Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2015 Nr. 68

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

(Ásetingar um endurvenjing)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 1, 1. pkt. og § 2, stk. 1, 2. pkt. verður “viðgerðartilboðini” broytt til: “viðgerðar- og endurvenjingartilboðini”. 2. Aftaná § 6 verður sett: “Endurvenjing

§ 6 a Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan…

Sjúkrahúsverkið veitir ókeypis endurvenjing til sjúklingar, sum hava ein læknafakliga grundaðan tørv á endurvenjing. Stk. 2. Í sambandi við, at endurvenjing verður veitt sambært stk. 1, skal sjúkrahúsverkið, í samráð við sjúklingin, gera eina endurvenjingarætlan. Stk. 3. Sjúkrahúsverkið kann, fyri at røkja sína skyldu sambært stk. 1, gera avtalur, m.a. um keyp av tænastum, við aðrar myndugleikar, stovnar og privatar veitarar. Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur og treytir um endurvenjing, herundir hvat endurvenjing innan sjúkrahúsverkið fevnir um, um endurvenjingarætlanir, og hvørji endurvenjingartilboð sjúklingurin kann verða ávístur til.” 3. Í § 8, stk. 1 verður aftaná “viðgerð” sett: “og endurvenjing”. 4. Í § 9, stk. 1 verður aftaná “viðgerðar” sett: “og endurvenjingar”. 5. Í § 10, stk. 2 verður aftaná “til viðgerðar” sett: “og endurvenjingar”. 6. Yvirskriftin yvir § 11 verður orðað soleiðis: “Ávísingar til viðgerðar- og endurvenjingarstovnar” 7. Í § 11 verður “kanningar og viðgerðir” broytt til: “kanningar, viðgerðir og endurvenjing”.

§ 2 Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015

Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2015. Í Tinganesi, 22. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 72/2014

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙