Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. juni 2007 Nr. 68

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 7 verður orðað soleiðis: “§ 7. Vinnuligur fiskiskapur sambært hesi lóg kann bert fara fram við fiskiførum, sum sambært ognarviðurskiftunum til eina og hvørja tíð eru heimahoyrandi í Føroyum og hava veiðiloyvi eftir § 5, stk. 3, fiskiloyvi eftir § 5, stk. 4, 2. pkt., ella hvørs eigarar hava fingið fiskiloyvi til fyribils ella avmarkað rættindi sambært § 5, stk. 4, 3. pkt. Fyri at eiga fiskifar undir føroyskum flaggi krevst, at eigararnir eru: 1) Einkultpersónar, einkultpersónar í felagsskapi, sum hefta persónligt, solidariskt og beinleiðis, og sum lúka treytirnar í stk. 2, ella 2) feløg, sum lúka treytirnar í stk. 3. Stk. 2. Eigararnir sbrt. stk. 1, nr. 1 skulu hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Stk. 3. Um eigararnir eru skipaðir í felagi, skal felagið lúka fylgjandi treytir: 1) Felagið skal vera partafelag, smáparta-felag, lutafelag ella partsreiðarí og skal hava fast tilknýti til Føroyar. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv. 2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum, herundir parta-peninginum, umframt ábyrgdar-peninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2. Føroyska nevndarumboðanin skal í minsta lagi vera 2/3 av nevndini og lúka treytirnar í stk. 2. Skal felagið luta út vinningsbýti, skal føroyski parturin í minsta lagi fáa útlutað 2/3. 3) Eiga útlendingar í fiskifari, heima-hoyrandi í Føroyum, skal hetta góðkennast av landsstýrismanninum. Fara broytingar fram í ognar-viðurskiftunum, herundir parta-peninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skal hetta fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram, og landsstýrismaðurin skal góðkenna slíkar broytingar. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at lutfallið 1/3 og 2/3 broytist, og útlendski parturin harvið gerst størri enn 1/3, fellur veiðiloyvið burtur. Stk. 4. Í sambandi við viðgerð av málum, sum metast at koma undir treytirnar í stk. 3, nr. 2 og 3 í hesi grein, kann landsstýrismaðurin krevja upplýsingar og váttanir frá nevndarlimum, stjórn, eigarum, ráðgevum, fíggingarstovnum v.m. Landsstýrismaðurin kann krevja góðkenda føroyska týðing av hesum skjølum. Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann gera undantak viðvíkjandi treytunum til ognarviðurskiftini fyri fiskifør til royndarveiðu ella undirvísingar- og menningarætlanir. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis gera tíðaravmarkað undantak til treytirnar um ognarviðurskiftini, tá tað snýr seg um at geva loyvi til fiskifar, sum skal nýtast fyri fiskifar, sum hevur veiði- og fiskiloyvi, men orsakað av bráfeingis óhappi ikki kann fara til fiskiskap. Stk. 6. Persónar og feløg, sum hava rikið fiskifør í 1996 og áðrenn, kunnu halda áfram við virksemi sínum, hóast ásetingarnar í stk. 1-3, treytað av, at tey fiskifør, tey hava rikið, hava fingið veiðiloyvi frá landsstýrinum fyri árið 1996. Stk. 7. Feløg, sum reka fiskifør, sum hava fingið veiðiloyvi/fiskiloyvi fyri árið 2007, og sum ikki lúka treytina í stk. 3 um nevndarumboðan, skulu fremja hesa á fyrstkomandi aðalfundi. Feløg, sum reka fiskifør, sum hava fingið veiðiloyvi/ fiskiloyvi fyri árið 2007, og sum ikki lúka treytina um vinningsbýti í stk. 3, skulu fremja broytingar í ásetingunum um vinningsbýti innan 3 ár. Stk. 8. Eru treytirnar í hesi grein ikki loknar, kann landsstýrismaðurin nokta innflutnings-loyvi, at veiðiloyvi/fiskiloyvi verður flutt til annað fiskifar, ella krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist.” 2) Aftaná § 7 verður sett: “§ 7 b. Veiðiloyvi, latin sbrt. hesi lóg, hava gildi til 1. januar 2018. Stk. 2. Tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg, fella samstundis øll fiskirættindi burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini. Stk. 3. Hóast stk. 1 fær eigari av fiskifari, ið hevur fingið avmarkað fiskirættindi sambært § 7, stk. 5, bert tey í fiskiloyvinum fyribils ella avmarkaðu rættindini tað ávísa fiskiárið. Stk. 4. Fiskiloyvi, latin í bólki 5, hava gildi til 1. januar 2018. Stk. 5. Veiðiloyvi og fiskiloyvi kunnu ikki setast í veð.

§ 7 c Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur…

Hóast ásetingarnar í § 7 b kann veiðiloyvi verða endurnýggjað, um loyvishavari framhaldandi lýkur treytirnar sambært hesi lóg og treytum, ið settar eru í veiðiloyvið og fiskiloyvið. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um mannagongd og fyrisiting í sambandi við endurnýggjan av veiðiloyvi. Stk. 2. Veiðiloyvi, ið verða endurnýggjað, hava gildi í 5 ár. Onnur veiðiloyvi, ið verða latin eftir 1. januar 2018, hava gildi í 5 ár. Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru eisini galdandi fyri endurnýggjan av fiskiloyvum til bólk 5, sbr. § 5, stk. 4 og § 7 b.” 3) § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Fyri eigarar av fiskiførum við veiðiloyvi sbrt. § 5, stk. 3 og § 7 b hevur rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg. Tá veiðiloyvi verða endurnýggjað sbrt. hesi lóg, verður rætturin til fiskidagar, egnan kvotupart og egna hjáveiðikvotu somuleiðis endurnýggjaður. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann taka avgerð um, at rættur til egna hjáveiðikvotu kann verða latin fiskiførum í høvuðsbólki 1 og 6, sbr. § 28, stk. 1, við somu gildistíð, sum veiðiloyvi sbrt. hesi lóg. Stk. 3. Øll fiskirættindi fella burtur, herundir fiskidagar, egnir kvotupartar, egnar hjáveiðikvotur og onnur fiskirættindi, ið latin eru sbrt. lógini, tá veiðiloyvi fer úr gildi sbrt. hesi lóg. “ 4) § 16 verður strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 7. juni 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 120/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙