Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
30. mai 2024 Nr. 67
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin)
(Framleiðsla og søla av el og fjarhita)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni…
Í løgtingslóg nr. 59 frá 7. juni 2007 um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni (Elveitingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 20. november 2007, § 10 í løgtingslóg nr. 18. frá 8. mai 2008, løgtingslóg nr. 79 frá 7. juni 2012, løgtingslóg nr. 184 frá 21. desember 2018, § 39 í løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, § 19 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022 og § 10 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Heitið á løgtingslógini verður orðað soleiðis: “Løgtingslóg um el og fjarhita” 2. § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Løgtingslógin er galdandi fyri framleiðslu, flutning og veiting av el og fjarhita.” 3. Í § 1 verða sum stk. 4 og 5 sett: “Stk. 4. Tá ið SEV er nevnt í hesi løgtingslóg, verður sipað til uppgávuna hjá SEV sum eigari og kervisábyrgdari av elnetinum. Stk. 5. Tá interkommunala elfelagið luttekur í kappingarútsettum virksemi, skal hetta gerast í sjálvstøðugum felag uttan persónsamanfall við lutafelagið SEV. Tó kann SEV hava ein nevndarlim í sjálvstøðuga felagnum, tó ikki nevndarforfólkið.” 4. Í § 1, stk. 1, § 2, í heitinum á kapitli 2, § 7, stk. 2, § 9, stk. 1, 1. pkt. og stk. 3 og 4, § 15, 1. pkt. og § 19, stk. 2, verður “ravmagni” broytt til: “el”. Í § 7, stk. 1, § 9, stk. 5, § 12, stk. 1 og § 25, stk. 3, 1. pkt. verður “ravmagn” broytt til: “el”. Í § 11, stk. 3 verður “ravmagnsframleiðsluverk” broytt til: “elframleiðsluverk” 5. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Kommunur kunnu luttaka í elveitingarvirksemi og fjarhitavirksemi sbrt. § 1, stk. 1, uttan mun til ásetingarnar í § 50, stk. 1 í kommunustýrislógini.” 6. § 4, stk. 1 og 2 verða orðað soleiðis: “Framleiðsla av el frá framleiðsluverkum omanfyri 11 kW, er einans loyvd við loyvi frá landsstýrisfólkinum. SEV ásetur standardtreytir fyri íbinding í elnetið av framleiðsluverkum upp til og við 11 kW. Íbindingartreytirnar skulu góðkennast av landsstýrisfólkinum. Stk. 2. Loyvi verður latið fyri tíðarskeið ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt við í mesta lagi 20 árum. Tó kunnu loyvi til skipanarberandi eindir hjá SEV verða longd við í mesta lagi 20 árum í senn.” 7. Í § 4, stk. 5, 1. pkt. verður aftan á “útbúnað” sett: “og framleiðsluøki”, og “og savningarøki” verður strikað. 8. § 5, stk. 1-4 verða orðað soleiðis: “Tá landsstýrisfólkið viðgerð umsókn um loyvi eftir § 4 til bygging av nýggjum verkum til elframleiðslu, skal atlit takast at landsins orkutørvi og orkupolitikki sambært § 11, stk. 3, umframt til rættin hjá SEV at gagnnýta vatnorkuna. Stk. 2. Landsstýrisfólkið lýsir alment eftir umsóknum um framleiðsluloyvi omanfyri 200 kW. Stk. 3. Hesar umsóknir um loyvi kunnu viðgerast og latast uttan alment útboð: 1) loyvi til framleiðslu úr sólorku á egnum bygningi, 2) royndarloyvi sambært § 4, stk. 4 í løgtingslógini, 3) leingjan av loyvi sambært § 4, stk. 2, 4) loyvi til framleiðsluverk upp til 200 kW, og 5) loyvi og leingjan av loyvum til skipanarberandi eindir hjá SEV. Stk. 4. Avlop frá framleiðsluverkum upp til 200 kW ætlað til egna nýtslu, kann leiðast inn á elnetið.” 9. Í § 6, 2. pkt., § 7, stk. 1 og 2 og § 9, stk. 3 og 4 verður “netið” broytt til: “elnetið”. Í § 9, stk. 2, § 19, stk. 2, § 20, § 23, stk. 1, nr. 2 og § 25, stk. 1, 2. pkt. verður “netvirksemi” broytt til: “elnetvirksemi”. Í § 10, stk. 3 verður “netvirkseminum” broytt til: “elnetvirkseminum”. Í § 12, stk. 4 verður “netvirksemið” broytt til: “elnetvirksemið”. Í § 11, stk. 3 verður “-net” broytt til: “elnet”. Í 11, stk. 5 verður “netinum” broytt til: “elnetinum”. 10. Heitið á kapitli 3 verður orðað soleiðis: “Elnetvirksemi” 11. § 9, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Einans SEV hevur loyvi til elnetvirksemi. Loyvið verður latið við treytum, sum landsstýrisfólkið ásetur.”, og § 9, stk. 6 verður strikað. 12. Í § 10, stk. 1 verður “Netvirksemið” broytt til: “SEV”, og í stk. 3 verður “av netvirkseminum” broytt til: “hjá SEV”. 13. § 10, stk. 2 verður strikað. Stk. 3 verður eftir hetta stk. 2. 14. Aftan á § 15 verður sum kapittul 3 a sett: “Kapittul 3 a Fjarhitavirksemi
§ 15 a Veiting og søla av fjarhita ætlað til flutnings á fjarhitanetinum krevur loyvi frá…
Veiting og søla av fjarhita ætlað til flutnings á fjarhitanetinum krevur loyvi frá landsstýrisfólkinum. Loyvi krevst eisini til at broyta og víðka fjarhitaskipanir. Loyvi krevst tó ikki til fjarhitavirksemi við einum framleiðslumátti undir 200 kW, og har ongin brúksskylda er. Stk. 2. Loyvi verður latið fyri tíðarskeið, ikki longri enn 20 ár, og kann verða longt við í mesta lagi 20 árum í senn. Stk. 3. Loyvi kann bert veitast umsøkjarum, sum hava neyðugan sakkunnleika, førleika og fíggjarorku til tað virksemi, sum loyvi verður veitt til. Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann í loyvistreytum ella í kunngerð áseta reglur um, hvussu stórur prosentpartur av orkunøgdunum í fjarhitaveitingini í minsta lagi skal koma sum avlopshiti frá virkjum og varandi orkukeldum. Stk. 5. Loyvishavin skal lata landsstýrisfólkinum upplýsing um, hvussu veitingarskyldan ætlandi verður hildin í loyvistíðarskeiðinum, og hvørji tilbúgvingarlig átøk kunnu setast í verk.
§ 15 b Umsókn um loyvi til fjarhitavirksemi, ella loyvi at broyta og víðka eina fjarhitaskipan, skal…
Umsókn um loyvi til fjarhitavirksemi, ella loyvi at broyta og víðka eina fjarhitaskipan, skal innihalda upplýsingar um: 1) Umsøkjaran og virksemi umsøkjarans innan fjarhitaøkið, 2) økið, og búeindir og bygningar í økinum, sum eru grundarlag fyri umsóknini, 3) kommunala hitaveitingarætlan fyri økið, sum er grundarlag fyri umsóknini, 4) eina virkisgreining og eina samfelagsbúskaparliga greining og meting av verkætlanini, umframt eina samanbering við aðrar útbyggingarmøguleikar í mun til kostnað, nyttu og útlát av vakstrarhúsgassi, 5) ávirkan á umhvørvið, 6) fyrimunir og vansar við fjarhitaskipanini, og 7) um íbindingarskylda er partur av verkætlanini, ella um brúkarar einans skulu hava møguleika at binda í fjarhitaskipanina.
§ 15 c Loyvi til fjarhitavirksemi verður latið við treytum, ið landsstýrisfólkið ásetur. Treytir kunnu…
Loyvi til fjarhitavirksemi verður latið við treytum, ið landsstýrisfólkið ásetur. Treytir kunnu setast við slag av hitakeldu og gagnnýtslu av avlopsorku, framleiðslurætt og framleiðsluskyldu, tøkan framleiðslumátt, íbinding í fjarhitanet, um uppseting og burturbeining av útbúnaði, tiltøkumátt fyri at halda veitingarskylduna, tíðarfreistir o.a. Stk. 2. Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta reglur um, hvussu prísir skulu roknast, prísáseting fyri íbinding og hitaveitingar, viðskiftatreytir, ómaksgjøld, upplýsing um útlát av vakstrarhúsgassi, og aðrar upplýsingarskyldur mótvegis kundum. Eisini kunnu reglur um kravdar góðkenningar frá elveitingareftirlitinum ásetast.
§ 15 d Fjarhitavirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til…
Fjarhitavirksemið skal fíggjarliga hvíla í sær sjálvum, soleiðis at inntøkurnar eru hóskandi til at gjalda fyri rakstur og ætlaðar neyðugar íløgur. Stk. 2. Loyvishavar skulu gera serstakan roknskap fyri fjarhitavirksemið. Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann, eftir samráðing við loyvishavan krevja, at virknisfremjandi tiltøk verða sett í verk fyri støðugt at betra um raksturin av fjarhitavirkseminum. Stk. 4. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina er galdandi fyri fjarhitafeløg, sum hava loyvi eftir hesi løgtingslóg.
§ 15 e Loyvishavin hevur ábyrgd av, at veitingartrygdin og fjarhitagóðskan eru nøktandi
Loyvishavin hevur ábyrgd av, at veitingartrygdin og fjarhitagóðskan eru nøktandi. Stk. 2. Loyvishavin skal arbeiða fyri, at størst møguligur partur av hitaveitingini er úr varandi orkukeldum, so útlátið av vakstrarhúsgassi alsamt er so lágt, sum gjørligt. Stk. 3. Loyvishavin skal: 1) Máta orkunøgdina, ið verður framleidd, og orkunøgdina, ið verður seld, og 2) vera landsstýrisfólkinum til hjálpar í sambandi við eftirlitsarbeiði hansara. Stk. 4. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvussu nøktandi veitingartrygd og fjarhitagóðska kann verða hildin, um økta gagnnýtslu av varandi orkukeldum og avlopshita, virknisfremjandi tiltøk o.a.
§ 15 f Loyvishavi, ið ætlar at halda fram við virkseminum, eftir at loyvistíðarskeiðið er farið, skal í…
Loyvishavi, ið ætlar at halda fram við virkseminum, eftir at loyvistíðarskeiðið er farið, skal í minsta lagi 2 ár áðrenn, at loyvið gongur út, søkja um leingjan av loyvinum. Stk. 2. Um loyvishavi ætlar at gevast við fjarhitaveitingini, kann landsstýrisfólkið taka avgerð um framhaldandi rakstur av verkinum.” 15. Aftan á § 15 f verður sum kapittul 3 b sett: “Kapittul 3 b Keyp og søla av el
§ 15 g SEV keypir og selur alt el, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Tó kunnu onnur selja el víðari í…
SEV keypir og selur alt el, ið verður flutt á elnetinum hjá SEV. Tó kunnu onnur selja el víðari í smásølu.
§ 15 h SEV skal dagliga áseta bindandi tímaprís fyri næsta døgnið grundað á samansetingina av orkukeldum…
SEV skal dagliga áseta bindandi tímaprís fyri næsta døgnið grundað á samansetingina av orkukeldum og kostnaðin av hesum, heruppií kostnaðin av netinum og skipanarberandi tænastum. Stk. 2. SEV skal á heimasíðu síni, ella á annan hátt, kunngera prís og tíðarskeið fyri sølu. Eisini skal ein mett miðal prísforsøgn gerast fyri næstu dagarnar. Stk. 3. SEV kann gera avsláttarskipanir fyri sølu av el til góðkendar hitapumpur sambært BK17, til elbilar, til stórkundar, til løðistøðir o.tíl. Stk. 4. SEV kann gera avtalur um prís til størri kundar, sum eitt nú eru íbundnir háspenning, ið kunnu veita SEV skipanarberandi tænastur ella taka ímóti el, sum annars ikki hevði verið gagnnýtt. Stk. 5. SEV kann áseta ymisk netgjøld í mun til skiftandi last á elnetinum.
§ 15 i Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta reglur um, hvussu prísir skulu roknast, meginreglur fyri…
Landsstýrisfólkið kann í kunngerð áseta reglur um, hvussu prísir skulu roknast, meginreglur fyri gerð av prísskipanum, avsláttarskipanum og prísavtalum, prísáseting fyri íbinding og elveiting, tiltøkugjøld, útgreining av prísum í rokningum, viðskiftatreytir, ómaksgjøld, upplýsing um útlát av vakstrarhúsgassi og aðrar upplýsingarskyldur mótvegis kundum.” 16. § 16, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Áðrenn loyvi til framleiðslu av el verða boðin út ella loyvi til fjarhitavirksemi latin, skal metast um avleiðingarnar fyri náttúru og umhvørvi, og skulu úrslit av hesi meting verða góðkend av landsstýrisfólkinum.” 17. Aftan á § 16 verður í kapittul 4 sett: “§ 16 a. SEV og allir framleiðarar við loyvi eftir hesi løgtingslóg, skulu árliga rokna og upplýsa útlátsfaktorin, t.e. kg CO2 fyri hvønn kWt, sum verður framleiddur ella seldur. Stk. 2. Útgreinað útrokning skal í seinasta lagi 31. januar í hvørjum ári latast umhvørvismyndugleikanum í sambandi við útrokningar av útláti av vakstrarhúsgassi.” 18. Í § 20 verður aftan á “§ 9” sett: “, umframt til fjarhita eftir § 15 a,”. 19. Í § 21, 1. pkt. verður aftan á “§ 4” sett: “ella § 15 a”. 20. § 22, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Loyvi eftir § 4 og § 15 a kunnu verða tikin aftur, um:”. 21. Aftan á § 22 verður sum kapittul 6 a sett: “Kapittul 6 a Útbúnaður og ognartøka
§ 22 a Elleiðingar og fjarhitaleiðingar kunnu verða leiddar yvir og undir gøtur, vegir og annað lendi.…
Elleiðingar og fjarhitaleiðingar kunnu verða leiddar yvir og undir gøtur, vegir og annað lendi. Eigarar og leigarar av slíkum lendi skulu í minsta lagi 12 vikur, áðrenn verklagsarbeiðið byrjar, hava beinleiðis fráboðan um ætlaða arbeiðið, hvussu leingi tað varir og hvørjir ampar kunnu væntast. Stk. 2. Eigarar og leigarar kunnu mótmæla, at leiðingar verða leiddar gjøgnum ognina. Mótmæli skulu latast orkumyndugleikanum í seinasta lagi 8 vikur aftaná móttøku av fráboðan. Metir orkumyndugleikin, at leiðingarnar elva til stóran fíggjarligan miss ella miklan ampa fyri avvarðandi ogn, kann orkumyndugleikin gera av, at leiðingarnar skulu førast aðra leið. Stk. 3. Avgerðir um útbyggingar á eløkinum og fjarhitaøkinum, sum hava við sær uppsetan av útbúnaði á lendi, vøtnum ella havbotni, vegagerð og tunnilsgerð, øktar vatngoymslur o.tíl., skulu fráboðast eigarum og leigarum av lendi og avvarðandi kommunum í minsta lagi 6 mánaðir áðrenn, at arbeiðið ætlandi skal byrja. Stk. 4. Lendið skal afturbøtast í góðan stand. Elvir arbeiðið at leggja leiðingar ella at uppseta útbúnað til skaða ella fíggjarligan miss, skal verklagseigarin rinda endurgjald sambært vanligum endurgjaldsreglum.
§ 22 b Landsstýrisfólkið kann ognartaka lendi ella brúksrættindi á lendi í førum, har tað ikki er…
Landsstýrisfólkið kann ognartaka lendi ella brúksrættindi á lendi í førum, har tað ikki er gjørligt at leiga ella keypa lendið og har mett verður, at tað er samfelagsliga neyðugt at fáa atgongd til lendið fyri at tryggja neyðugar útbyggingar á elorkuøkinum og fjarhitaøkinum. Stk. 2. Ognartøka sambært stk. 1 skal fara fram eftir reglunum í lóg om forpligtelse til jords afgivelse til offentlige veje, havne og landingssteder, samt til offentlige skoler på Færøerne. Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann geva loyvishava, ið hevur loyvi sambært hesi lóg, tíðaravmarkaðan brúksrætt til ognartikið lendið.” 22. Í § 23, stk. 1 verður aftan á nr. 1 sum nýtt nr. sett: “2) rekur fjarhitavirksemi uttan loyvi eftir § 15a, stk. 1 ella brýtur treytir ásettar í loyvinum sambært § 15a, stk. 4, § 15 c, § 15 d, stk. 2 og § 15 e, stk. 1-3,”. Nr. 2-5 verða eftir hetta nr. 3-6.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Landsstýrisfólkið ásetur í kunngerð, nær § 1, nr. 3, og § 15 h, stk. 1 og 2, sum ásett í § 1, nr. 15, koma í gildi. Í Tinganesi, 30. mai 2024 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 90/2023
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.