Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. juni 2007 Nr. 67

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinnni broytingum verður…

Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinnni broytingum verður gjørd henda broyting: Aftaná § 7 verður sett: “§ 7 a. “§ 7 a. Feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, reka vinnuligan fiskiskap sambært hesi lóg, kunnu í mesta lagi hava rættin til: 1) Bólkur 1: Lemmatrolarar 30% av veiðiloyvunum 2) Bólkur 2: Partrolarar 20 % av fiskidøgunum 3) Bólkur 3: Línuskip yvir 110 tons 20% av fiskidøgunum 4) Bólkur 4A og 4B: Útróðrarbátar størri enn 15 tons 20% av fiskidøgunum 5) Bólkur 4T: Útróðrarbátar størri enn 40 tons á trolveiðu 30 % av fiskidøgunum 6) Bólkur 6: Garnabátar 25 % av fiskiloyvunum 7) Verksmiðjutrolarar 35% av kvotunum í toskavirði 8) Ídnaðarskip 35% av veiðiloyvunum 9) Uppisjóvarfiskiskapur (nótaskip) 25% av veiðiloyvinum Stk. 2. Hóast framman fyri standandi kunnu eigarar av fiskiførum avhenda fiskidagar sbrt. § 14, stk. 1 og 2 fyri eitt ár ísenn. Egin kvotupartur, egin árskvota og egin hjáveiðikvota sbrt. § 15, stk. 1 kann somuleiðis avhendast fyri eitt ár ísenn. Farið verður fram eftir vanligu reglunum í hesi lóg. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð áseta, hvussu toskavirðið sbrt. stk. 1, nr. 7 verður gjørt upp. Stk. 4. Nærstandandi sbrt. stk. 1 eru hjúnafelagi, foreldur, omma, abbi, børn, barnabørn, systkin og hjúnafelagar hjá børnum, barnabørnum ella systkjum. Stk. 5. Virksemi, har feløg og persónar, sum einsamallir ella saman við nærstandandi, beinleiðis ella óbeinleiðis, høvdu rætt til meira enn mest loyvda ásett í stk. 1, áðrenn henda lóg kemur í gildi, kann halda fram, men kann ikki økjast. Stk.6. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum gera undantak frá ásetingunum í stk. 1. Stk. 7. Broytingar í ognarviðurskiftunum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Ætlaðar broytingar skulu fráboðast landsstýrismanninum, áðrenn broytingarnar fara fram. Broytast ognarviðurskiftini soleiðis, at eigarar fara upp um hámarkið í stk. 1, kann landsstýrismaðurin krevja, at viðurskiftini koma í rættlag innan ávísa tíðarfreist. Koma viðurskiftini ikki í rættlag, fellur veiðiloyvið burtur. Stk. 8. Landsstýrismaðurin kann í sambandi við viðgerðina av málinum krevja allar neyðugar upplýsingar frá eigarum, nevndarlimum, ráðgevum, virkjum o.ø. um eigaraviðurskiftini og um veiðu fyri at tryggja, at treytirnar í stk. 1 eru loknar.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá…

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá framløgudegnum í Løgtinginum. Tórshavn, 7. juni 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjørn Kalsø (sign.) Lm. nr. 53/2007

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙