Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. mai 2022 Nr. 67

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um frískúlar

(Stuðul fyri leigukostnað, áseta reglur um ferðastuðul og broyta tíðarfreist fyri at boða frá næmingatali)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 9.…

Í løgtingslóg nr. 46 frá 26. mars 2002 um frískúlar, sum broytt við løgtingslóg nr. 90 frá 9. juni 2020, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 5, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Treytin fyri, at ein frískúli kann fara undir virksemi sítt, er, at skúlin skjalprógvar við undirskrift foreldranna í seinasta lagi 1. apríl sama ár, sum skúlaárið byrjar, at í minsta lagi 12 næmingar eru innskrivaðir at byrja komandi skúlaár.” 2. Aftan á § 9 verður sett: “§ 9 a. Næmingur í frískúla hevur rætt til ferðastuðul frá heimstaðarkommununi, tá ið næmingurin ferðast við Strandfaraskipum Landsins í og úr skúla. Stk. 2. Næmingurin hevur rætt til ferðastuðul aftur og fram til og frá skúlanum eina ferð um dagin.” 3. § 18, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Kommununnar stuðul til næmingar í frískúlum verður roknaður eftir einum miðalkostnaði fyri hvønn næming, við grundarlagi í rakstrarútreiðslunum fyri hvønn næming í skúlunum hjá fimm teimum størstu kommununum. Stuðulin til hvønn næming í frískúlum er 85% av miðalkostnaðinum fyri hvønn næming. Avdráttur, renta og leiga eru ikki roknað upp í rakstrarútreiðslurnar.” 4. § 19, stk. 2 verður strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 4. mai 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 86/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
frískúlar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 4. mai 2022 · innanhýsis
Galdandi · 26. mars 2002

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙