Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2005 Nr. 66

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 20. desember 2004, verður henda broyting gjørd: Í § 2, stk. 1 verður aftaná 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Tá børnini ikki búgva hjá tí persóni, sum hevur foreldramyndugleikan yvir teimum, kann áðurnevndi barnafrádráttur í staðin veitast tí persóni, sum hevur børnini búgvandi. Tó fellur barnafrádrátturin burtur, tá barnaverdarnevnd hevur yvirtikið umsorgan av børnunum. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta reglur um, m.a. mannagongdir og treytir fyri tey, sum søkja um barnafrádrátt, og hvussu fráboðanarskyldan skal verða millum almennar myndugleikar, serliga í mun til flytan av barnafrádrátti frá einum persóni til annan.” Pkt. 2 verður hereftir pkt. 6.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bárður Nielsen (sign.) Lm. nr. 65/2004

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙