Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2012 Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Framhaldsviðgerð)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 26. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Um persónur ikki luttekur ella viðvirkar til framhaldsviðgerð sbrt. § 19 a, t.e. ikki møtir til samrøðu, letur upplýsingar, viðvirkar í framhaldsviðgerð annars, ella tekur av tilboði um tiltak sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk, so kann Almannastovan taka avgerð um at steðga veiting sambært hesi lóg.” 2) Aftaná § 19 verður sett: “Kapittul 8 a Framhaldsviðgerð
§ 19 a Almannastovan skal framhaldsviðgera mál um dagpening sambært hesi lóg og meta um útlitini fyri,…
Almannastovan skal framhaldsviðgera mál um dagpening sambært hesi lóg og meta um útlitini fyri, at viðkomandi kann varðveita ella fáa tilknýti aftur til arbeiðsmarknaðin, ella um viðkomandi hevur tørv á tiltaki sambært lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. Stk. 2. Tá persónur hevur fingið sjúkradagpening í 60 dagar, hevur viðkomandi skyldu til, eftir áheitan frá Almannastovuni, at møta til samrøðu við atliti til at gera meting sbrt. stk. 1. Almannastovan kann víkja frá kravinum um samrøðu, um viðurskifti hjá tí einstaka tala fyri hesum, ella um útlit eru fyri, at viðkomandi í nærmastu framtíð aftur er í arbeiði.” 3) Í § 23 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð nærri reglur um læknaváttanir.” 4) Aftaná § 23 verður sett: “§ 23 a. Áðrenn samrøðu sbrt. § 19 a, stk. 2 verður læknaváttan innheintað. Almannastovan ger við støði í læknaváttanini eina heildarmeting av sjúkuni, og hvørja ávirkan sjúkan hevur fyri arbeiðsførleikan. Stk. 2. Tá persónur hevur fingið sjúkradagpening í 60 dagar, skal Almannastovan bólka hvørt einstakt dagpengamál sum: 1) mál, har dagpeningamóttakarin vendir aftur á arbeiðsmarknaðin um stutta tíð, 2) mál, har vandi er fyri langtíðarsjúku, ella vandi er fyri arbeiðsførleikanum, og 3) mál, har sjúkan fer at viðføra langtíðarfráveru. Stk. 3. Framhaldsviðgerð sbrt. § 19 a verður framd sambært bólking í stk. 2 við denti á nr. 2 og nr. 3. Almannastovan broytir bólking eftir meting.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Tórshavn, 15. mai 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 166/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.