Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. mai 2003 Nr. 66
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 101 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 20, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Arbeiðsgevarin afturrindar landskassanum tær útreiðslur, ið standast av, at Almannastovan rindar 1. og 2. fráverudag sambært hesi lóg, tó undantikið í teimum førum, har ongin arbeiðsgevari er. Almannastovan krevur inn peningin frá arbeiðsgevaranum.” 2) Í § 20 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um afturrindan av útreiðslum, og hvussu peningurin verður kravdur inn, sambært stk. 2.” 3) § 19 og § 30, stk. 1 seinasta punktum verða strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2003. Tórshavn, 2. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 97/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.