Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. mai 2009 Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lov for Færøerne um offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om…
Í lov for Færøerne um offentlig forsorg, jfr. lovbekendtgørelse nr. 100 fra 2. marts 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 99 frá 1. november 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 24, stk. 1, nr. 2 verður sum 2. pkt. sett: “Undantiknar frá hesum eru terminsútreiðslur av avdráttum til bústaðir, ið eru skipaðir sum vanlig ella serstøk lutaíbúðafeløg.” 2) Í § 32 verður aftaná stk. 4 sum nýtt stk. sett: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um rakstur av vardum bústøðum til persónar við varandi avmarkaðum likamligum ella sálarligum førleika.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009. Tórshavn, 25 mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 167/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.