Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Innihald

§ 1Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at inna gransking, geva…§ 2Øllum er heimilt at lýða á almennu fyrilestrar fróðskaparsetursins§ 3Fyrisitingarliga stendur fróðskaparsetrið beint undir landsstýrinum§ 4Útreiðslurnar, ið standast av rakstri fróðskaparsetursins, verða bornar av landskassanum við…§ 5Leiðsluna av fróðskaparsetrinum hevur rektari saman við setursráð og megindeildarráðum§ 6Rektarin umboðar fróðskaparsetrið úteftir. Rektarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og…§ 7Rektarin tekur avgerð í málum, ið ikki tola steðg og ikki kunnu bíða eftir viðgerð í ráðunum. Boð…§ 8Rektarin verður valdur fyri eitt 3 ára skeið í senn millum fasta vísindastarvslið…§ 9Fyri rektaran er vararektari, sum verður valdur av setursráðnum millum megindeildarformenninar…§ 10Rektaranum til handar er fyrisiting við setursskrivara á odda§ 11Fróðskaparsetrið verður stýrt av setursráðnum§ 12Setursráðið ger uppskot um stýrisskipanarreglur fróðskaparsetursins§ 13Gransking og útbúgving á fróðskaparsetrinum fara fram í megindeildum§ 14Megindeildarráðini taka hvørt í sínum lagi avgerð um býtið av teimum verkevnum, ið liggja til…§ 15Samstarvsnevndin skal vera liður millum landsstýrið og fróðskaparsetrið§ 16Settar kunnu verða samskiftisnevndir millum stovnar, felagsskapir, almenna yvirvøld og…§ 17Gjørd verður reglugerð, ið dýpir lógina og ásetir ískoytisreglur, m.a. reglur um skipan av deildum§ 18Eftir tilmæli frá setursráðnum kann landsstýrið veita undantaksloyvi frá fyriskipanum lógarinnar,…§ 19Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, sum hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi lóg nr. 28…

Lógtekstur

21. mai 1987 Nr. 65

Løgtingslóg um Fróðskaparsetur Føroya, Universitas Færoensis, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 13. juni 1995

I Almennar ásetingar

II Rektari, vararektari og fyrisiting

III Setursráð

IV Megindeildarráð

V Samstarvsnevnd

VI Samskiftisnevnd

VII Aðrar ásetingar

VIII Bráðfeingis- og gildisfyriskipanir

I Almennar ásetingar

§ 1 Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at inna gransking, geva…

Fróðskaparsetur Føroya er sjálvsognarstovnur, ið hevur til endamáls at inna gransking, geva frálæru á hægri stigi og breiða út kunnleika um vísindalig háttaløg og úrslit. Stk. 2. Fróðskaparsetrið fyrireikar til og heldur tey prógv og tær royndir, sum eftir fyriskipan landsstýrisins eru løgd undir setrið.

§ 2 Øllum er heimilt at lýða á almennu fyrilestrar fróðskaparsetursins

Øllum er heimilt at lýða á almennu fyrilestrar fróðskaparsetursins.

§ 3 Fyrisitingarliga stendur fróðskaparsetrið beint undir landsstýrinum

Fyrisitingarliga stendur fróðskaparsetrið beint undir landsstýrinum.

§ 4 Útreiðslurnar, ið standast av rakstri fróðskaparsetursins, verða bornar av landskassanum við…

Útreiðslurnar, ið standast av rakstri fróðskaparsetursins, verða bornar av landskassanum við játtan á løgtingsfíggjarlógini. Stk. 2. Fróðskaparsetrinum verður heimilað at útvega sær ymsar inntøkur og stuðul til ávís endamál.

§ 5 Leiðsluna av fróðskaparsetrinum hevur rektari saman við setursráð og megindeildarráðum

Leiðsluna av fróðskaparsetrinum hevur rektari saman við setursráð og megindeildarráðum. II Rektari, vararektari og fyrisiting

§ 6 Rektarin umboðar fróðskaparsetrið úteftir. Rektarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og…

Rektarin umboðar fróðskaparsetrið úteftir. Rektarin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni og stendur beinleiðis fyri teimum málum, sum ikki sambært lóg ella reglugerð liggja undir ráðunum. 2. stk. Rektarin sær til, at heimild er fyri samtyktum hjá ráðunum.

§ 7 Rektarin tekur avgerð í málum, ið ikki tola steðg og ikki kunnu bíða eftir viðgerð í ráðunum. Boð…

Rektarin tekur avgerð í málum, ið ikki tola steðg og ikki kunnu bíða eftir viðgerð í ráðunum. Boð um tiknar avgerðir verða at geva avvarðandi ráð sum skjótast.

§ 8 Rektarin verður valdur fyri eitt 3 ára skeið í senn millum fasta vísindastarvslið…

Rektarin verður valdur fyri eitt 3 ára skeið í senn millum fasta vísindastarvslið fróðskaparsetursins av limunum í megindeildarráðnum. Leggur rektarin frá sær í valskeiðinum, verður skipað fyri nývali fyri ta tíð, sum er eftir av valskeiðinum. Rektarin kann ikki um somu tíð vera megindeildarformaður.

§ 9 Fyri rektaran er vararektari, sum verður valdur av setursráðnum millum megindeildarformenninar…

Fyri rektaran er vararektari, sum verður valdur av setursráðnum millum megindeildarformenninar fyri 1 ár í senn.

§ 10 Rektaranum til handar er fyrisiting við setursskrivara á odda

Rektaranum til handar er fyrisiting við setursskrivara á odda. III Setursráð

§ 11 Fróðskaparsetrið verður stýrt av setursráðnum

Fróðskaparsetrið verður stýrt av setursráðnum. Stk. 2. Limir í setursráðnum eru rektarin og megindeildarformenninir, heruppií tann, ið er vararektari. Rektarin er formaður, og vararektarin er næstformaður. 3. stk. Setursráðið viðger mál viðvíkjandi fróðskaparsetrinum sum heild og viðurskiftum millum megindeildir.

§ 12 Setursráðið ger uppskot um stýrisskipanarreglur fróðskaparsetursins

Setursráðið ger uppskot um stýrisskipanarreglur fróðskaparsetursins. 2. stk. Setursráðið stendur fyri langtíðar ráðlegging um hølis- og búskaparviðurskifti. 3. stk. Setursráðið ger uppskot til fíggjarætlan og býtir játtanirnar við fyriliti fyri heildarstarvssemi setursins. 4. stk. Setursráðið tekur avgerð í málum um burturvísing av studentum. 5. stk. Setursráðið ásetir reglur um at seta vísindastarvsfólk í starv. 6. stk. Setursráðið tekur eftir tilmæli frá megindeildarráðunum avgerð um starvsseting, starvsloysn ella farloyvi hjá vísindastarvsfólkum. 7. stk. Setursráðið tekur eftir tilmæli frá megindeildarráðunum avgerð í spurningum um góðskriving við fróðskaparsetrið av útbúgvingum ella pørtum av útbúgvingum, sum studentar hava tikið á øðrum lærustovnum. IV Megindeildarráð

§ 13 Gransking og útbúgving á fróðskaparsetrinum fara fram í megindeildum

Gransking og útbúgving á fróðskaparsetrinum fara fram í megindeildum. 2. stk. Hvør megindeild verður stýrd av einum megindeildarráði. Stk. 3. Hvørt megindeildarráð hevur 6 limir, sum tey, ið eru knýtt at megindeildini, velja sínámillum soleiðis: Fasta vísindastarvsliðið velur 2 limir sínámillum og uttanseturslærararnir 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Er eingin uttanseturslærari uppstillaður, velur fasta vísindastarvsliðið 3 limir. Starvsfólkið velur 1 lim sínámillum fyri 3 ár í senn. Studentarnir velja 2 limir sínámillum fyri 1 ár í senn. Tann, ið er næstur í atkvøðutali, er tiltakslimur. Stk. 4. Hvørt megindeildarráð velur megindeildarformann fyri 3 ár í senn og næstformann fyri 1 ár í senn millum limirnar, ið umboða fasta vísindastarvsliðið á megindeildini.

§ 14 Megindeildarráðini taka hvørt í sínum lagi avgerð um býtið av teimum verkevnum, ið liggja til…

Megindeildarráðini taka hvørt í sínum lagi avgerð um býtið av teimum verkevnum, ið liggja til megindeildina. 2. stk. Megindeildarráðini seta við heimild í galdandi fyriskipanum reglur fyri próvtøku, próvtalagávu og frálæru, eins og tey evna til námsskipanir. 3. stk. Megindeildarráðini taka avgerð í málum um undantaksloyvi frá próvskipan og námsskipan. 4. stk. Megindeildarráðini síggja til, at námini kunnu verða avrikað eins og fyrisett í galdandi reglum og eftir ásettari tíð, og at tann frálæra, ið givin verður, er í samsvari við endamál námsins og ásettar próvskipanir. 5. stk. Megindeildarráðini stíla fyri frálæru og próvtøkum. 6. stk. Megindeildarráðini geva setursráðnum tilmæli um starvsseting, starvsloysn og farloyvi hjá vísindastarvsfólkum. Stk. 7. Megindeildarráðini taka avgerð í málum um starvssetan, starvsloysn og farloyvi hjá starvsfólki. 8. stk. Megindeildarráðini geva setursráðnum tilmæli í spurningum um góðskriving við fróðskaparsetrið av útbúgvingum ella pørtum av útbúgvingum, sum studentar hava tikið á øðrum lærustovnum. Stk. 9. Megindeildarformaðurin tekur avgerð í málum, ið ikki tola steðg og ikki kunnu bíða eftir viðgerð í megindeildarráðnum. Boð um tiknar avgerðir verða at geva ráðnum sum skjótast. V Samstarvsnevnd

§ 15 Samstarvsnevndin skal vera liður millum landsstýrið og fróðskaparsetrið

Samstarvsnevndin skal vera liður millum landsstýrið og fróðskaparsetrið. 2. stk. Í samstarvsnevndini sita 3 limir. 3. stk. Rektari Fróðskaparsetursins og setursskrivarin eru fastir nevndarlimir. 4. stk. Landsstýrið tilnevnir harumframt ein lim at umboða landsfyrisitingina. 5. stk. Nevndin heldur fund í minsta lagi 2 ferðir um árið. 6. stk. Heildarfíggjannaruppskotið fyri Fróðskaparsetrið verður lagt fyri nevndina til kunningar, áðrenn tað verður sent landsstýrinum. 7. stk. Í minsta lagi eina ferð um árið verður í nevndini greitt frá starvsemi fróðskaparsetursins, m.a. nýggjum útbúgvingarætlanum. VI Samskiftisnevnd

§ 16 Settar kunnu verða samskiftisnevndir millum stovnar, felagsskapir, almenna yvirvøld og…

Settar kunnu verða samskiftisnevndir millum stovnar, felagsskapir, almenna yvirvøld og Fróðskaparsetrið til kunningar um viðurskifti av sínamillum áhuga. VII Aðrar ásetingar

§ 17 Gjørd verður reglugerð, ið dýpir lógina og ásetir ískoytisreglur, m.a. reglur um skipan av deildum

Gjørd verður reglugerð, ið dýpir lógina og ásetir ískoytisreglur, m.a. reglur um skipan av deildum. VIII Bráðfeingis- og gildisfyriskipanir

§ 18 Eftir tilmæli frá setursráðnum kann landsstýrið veita undantaksloyvi frá fyriskipanum lógarinnar,…

Eftir tilmæli frá setursráðnum kann landsstýrið veita undantaksloyvi frá fyriskipanum lógarinnar, so langt sum neyðsynt er, meðan fróðskaparsetrið er í uppbygging.

§ 19 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, sum hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi lóg nr. 28…

Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, sum hon er kunngjørd, og samstundis fer úr gildi lóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis). 2. stk. Reglur, ið eru givnar við heimild í § 1 í lógini frá 1965, verða verandi í gildi, til tær eru avloystar av reglum, ið eru givnar við heimild í hesi lóg.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙