Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2013 Nr. 65

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsjørð

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá…

Í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 47 frá 17. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í yvirskriftini áðrenn § 7 verður aftaná orðið “landsjørð” sett: “ v.m.”. 2. Aftaná § 7 verður sett: “§ 7 a. Búnaðarstovuni verður heimilað frá festara at taka aftur nýtslurætt til ein part av lendinum ella alt lendið tilhoyrandi festið, treytað av 1) at afturtøka av rættinum at nýta lendið er neyðug fyri at skapa karmar fyri øðrum virksemi enn landbúnaði, og at virksemið er almannagagnligt, 2) at kommunan hevur rindað fult endurgjald, 3) at fulla endurgjaldið frá kommununi, sbrt. nr. 2, verður flutt á bitskonto hjá festinum 4) at Búnaðarstovan hevur fingið váttan fyri móttøku av endurgjaldinum og 5) at Búnaðarstovan skal kunna Búnaðargrunnin um ætlanina. Búnaðargrunnurin skal hava rætt at tryggja sær veð fyri verandi láni og gera sín veðrætt galdandi, samsvarandi reglunum í § 4, stk. 2 og stk. 5, áðrenn ætlanin verður framd. Stk. 2. Eru treytirnar í stk. 1 loknar, kann Búnaðarstovan ávikavist taka rættin at nýta lendið aftur og leiga kommunu lendi, sbrt. reglunum í hesi grein og tilhoyrandi kunngerð. Búnaðarstovan kann leiga kommunu lendi til almannagagnligt endamál í ávísa tíð. Slík leigumál eru avmarkað til at galda í mesta lagi í 20 ár ísenn. Viðkomandi kommuna kann ikki framleiga lendið. Búnaðarstovan ger leigusáttmála við kommununa samsvarandi reglunum í § 7, stk. 4 og stk. 5, nr. 3. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð leiguupphæddina. Leiguinntøkur eftir hesi grein verða fluttar á bitskontu hjá festinum.” 3. Í § 10 verður sum stk. 2 sett: “Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 í hesi grein er somuleiðis galdandi fyri áseting av fullum endurgjaldi, sbrt. § 7 a, stk. 1, nr. 2 og 3.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 17. mai 2013 Annika Olsen (sign.) varaløgmaður Lm. nr. 114/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙