Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

17. mai 2005 Nr. 65

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg um ferðslu, sbr. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 22. apríl 2003, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 39, stk. 1, 1. pkt., verður aftaná “motorvogn (bil)” sett: “, motorsúkklu”. Í § 39, stk. 1, 3. pkt. verða orðini “motorsúkklu og” strikað. 2) § 42a, stk. 1 verður orðað soleiðis: “§ 42 a. Førari av tvíhjólaðari motorsúkklu, ella av motorsúkklu við síðuvogni, og av prutli og øll ferðandi, sum fylt eru 15 ár, skulu undir akstrinum nýta fastspentan fallhjálm.” 3) § 44, stk. 6 og stk. 7 verða strikað, og sum nýtt stk. 6 verður sett: “Stk. 6. Á tveyhjólaðum prutli má bert førarin vera. Á øðrum prutli mugu ikki vera fleiri persónar enn tað er ætlað til.” Stk. 8 verður hereftir stk. 7. 4) Í § 59 a, stk. 2 verður aftaná nr. 2 sett sum nýggj nr. 3 og 4: “3) hevur koyrt við ferð, ið fer upp um loyvdu hámarksferðirnar sbrt. § 30a, stk. 1 og stk. 3 við meira enn 50 km/t, ella eina lægri ferðavmarking ásett sbrt. § 30a, stk. 2 ella § 47 við meira enn 40 km/t, 4) við einum av teim í § 30b nevndu akførum hevur koyrt við ferð, sum fer meira enn 40 km/t upp um ta loyvdu ferðina fyri tílík akfør sbrt. §§ 30a, 30b ella 47,” Nr. 3 og nr. 4 verða hereftir nr. 5 og nr. 6.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó kemur § 1, nr. 3 og nr. 4 í gildi 1. september 2005. Stk. 3. Spurningar um frádøming av koyrirættinum kunnu bert verða avgjørdir eftir reglunum í § 1, nr. 4 í hesari lógini, um tilburðurin er farin fram eftir, at henda áseting er komin í gildi, sbr. stk. 2. Tórshavn, 17. mai 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 78/2004

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙