Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. mai 2014 Nr. 65

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

(Fylgibroytingar í sambandi við loyvisgjald á alivinnu o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 30 b, stk. 1 og 2 verður “fiski- og alivinnu” broytt til: “fiskivinnu”. 2. Í § 33 verður sum nr. 18 sett: “18) Tøkugjald, rindað sbrt. § 2 í løgtingslóg um loyvisgjald á alivinnu.” 3. Í § 37 a, stk. 4, 2. pkt. verður eftir “§ 118 a” sett: “ við atliti at føstum rakstrarstøðum, likamligum og løgfrøðiligum persónum, sum eru uttanlands”. 4. Í § 37 b, stk. 1, nr. 2 verður “útlendskan” strikað. 5. Í § 37 b, stk. 3, 2. pkt. verður “tí útlendska eigaraskaranum” broytt til: “likamligum ella løgfrøðiligum persóni, sum er nevndur í § 118 a, stk. 1”. 6. Í § 37 b, stk. 4, verður “føroysk” og “føroyskum feløgum í øðrum” strikað. 7. Í § 118 a, stk. 1, nr. 2 verður aftaná “tamarhald á” sett: “føroyskum ella”. 8. Í § 118 a, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “samtaki við” sett: “føroyskan ella”. 9. Í § 118 a, stk. 1, 1. pkt. verður “útlendsku” strikað. 10. Í § 120 c, stk. 1 verður aftaná “Tann, sum stovnar” sett: “avtalu í lívstryggingarfelag, eftirlønargrunni ella”. 11. Í § 120 p, stk. 1 verður aftaná “eftirlønarskipanir o.t., sambært rentutryggingarlógini” sett: “og eftirlønarlógini”. 12. Í § 120 p, stk. 1 verður nr. 5 strikað.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Tó hava § 1, nr. 1 og 2 gildi frá 1. januar 2014. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 120/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙