Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
15. mai 2012 Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 35 frá 16. apríl 1997 um viðbót til ávísar pensjónistar, sum broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001 og løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 1, nr. 3 verður strikað. 2) Í § 5, stk. 2 verður “Kærunevndina í almannamálum” broytt til: “Kærunevndina í almanna- og heilsumálum”. 3) § 6 verður strikað.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013. Tórshavn, 15. mai 2012 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 162/2011
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.