Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
14. mai 2020 Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um aling av fiski v.m.
(Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128…
Í løgtingslóg nr. 83 frá 25. mai 2009 um aling av fiski v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 14. desember 2012 og løgtingslóg nr. 50 frá 30. apríl 2018, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 18, stk. 4, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Alifeløg, sum hava laksaaliloyvi, skulu fyri hvørt aliøki sær skráseta og boða frá til Heilsufrøðiligu starvsstovuna, um nakað havsúgdjór ótilætlað doyr í sambandi við alivirksemi. Fráboðast skal slag av og tal á havsúgdjóri.” 2. Aftan á § 18 a, men áðrenn yvirskriftina yvir § 19, verður sett: “Bann fyri tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi
§ 18 b Tað er bannað einum og hvørjum tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi
Tað er bannað einum og hvørjum tilætlað at avlíva havsúgdjór í sambandi við alivirksemi. Stk. 2. Alifeløg, sum hava laksaaliloyvi, skulu í staðin seta í verk onnur fyribyrgjandi tiltøk, sum kunnu tryggja, at havsúgdjór ikki nærkast ella sleppur framat aliringum, har fiskur er í.”
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 2 kemur tó í gildi 1. januar 2021. Í Tinganesi, 14. mai 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 139/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.