Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. juni 2008 Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um serligt avgjald á brenniolju
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt…
Í løgtingslóg nr. 179 frá 18. desember 1992 um serligt avgjald á brenniolju, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 1 , stk. 1 verður orðað soleiðis
, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Eitt gjald upp á 0,80 kr. pr. litur verður lagt á søluna av gassolju (viskositet við 38 stig C undir 200 sec. Redwood I) til brúkaran. Vøran er nevnd í Toll- og vøruskránni undir vørunumrum 2710.19.61 (fýringsolja), 2710.19.62 (autodieselolja) og 2710.19.69 (aðrar gassoljur).”
§ 2 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. juni 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 184
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.