Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2000 Nr. 65
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar
Í løgtingslóg nr. 94 frá 29. desember 1998 um yrkisútbúgvingar verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 10, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Læruplássini rinda tilfarsnýtsluna í sambandi við yrkis- og sveinaroyndir.” 2) Í § 16, stk. 1, verður sett sum nýtt 2. punktum: “Broytast fyritreytirnar fyri áður givna góðkenning, hava lærupláss skyldu til at boða viðkomandi yrkisnevnd frá hesum.” 3) § 22, stk. 8, verður orðað soleiðis: “Stk. 8. Lærupláss rinda eitt umsitingargjald til landskassan fyri hvønn góðkendan lærusáttmála sum part av útreiðslunum til skrivstovuhjálp hjá yrkisnevndum og fyribilsnevndum. Landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá yrkisútbúgvingarráðnum gjøllari reglur um upphæddina av umsitingargjaldinum, og hvussu gjaldið verður umsitið.” Stk. 9 verður strikað. 4) Í § 30, stk. 2, verður orðið “burturvísingina” broytt til: “útihýsingina”. 5) Í § 33, stk. 5, verða orðini “Landskassin rindar læruplássum endurgjald fyri ferðaútreiðslur” broytt til: “Landskassin veitir læruplássum eitt fast gjald til ferðaútreiðslur” 6) § 33, stk. 6, verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur viðvíkjandi ásetingunum í stk. 4 og 5.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.