Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
29. mai 2017 Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
(Um innflutning av ethanoli til rúsdrekkaframleiðslu o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996, løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996, løgtingslóg nr. 64 frá 10. mai 2000, løgtingslóg nr. 64 frá 2. mai 2003, løgtingslóg nr. 55 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 57 frá 16. mai 2006, løgtingslóg nr. 126 frá 22. desember 2008, løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 48 frá 17. mai 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 5 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Reglan í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av rúsdrekka, sum góðkend framleiðsluvirki, sbr. § 3, stk. 2, skulu nýta í sambandi við rúsdrekkaframleiðslu.” 2. Í § 6 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett: “Tó er loyvt góðkendum framleiðsluvirkjum, sbr. § 3, stk. 2, at innflyta ethanol at nýta í sambandi við framleiðslu av rúsdrekka.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 29. mai 2017 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 97/2016
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.