Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. juni 2008 Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í ymsum skattalógum (FAS)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, verður gjørd henda broyting:
§ 25 a, stk. 7 verður strikað.
§ 2 Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1, stk. 1 verður eftir ”§ 1, nr. 1-6 og § 2, stk. 1, litra d, e og f“ sett: “smb. tó § 8, stk. 2”. 2) Eftir § 8, stk. 1 verður sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Skattur teirra, sum nevnd eru í § 1 í løgtingslóg um landsskatt og kommuniskatt, er 35%, um A-inntøkan stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Inntøka eftir 1. pkt. verður tikin við í skattagrundarlagið, men í inntøkuskattinum skal loyvast ein frádráttur, sum svarar til tann partin av inntøkuskattinum, sum kann verða førdur til ta A-inntøku, sum stavar frá virksemi umborð á skipi, skrásett í FAS. Skatturin eftir 1. pkt. fer 100% í landskassan.” Stk. 2 verður hereftir stk. 3.
§ 3 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2009. Tórshavn, 10. juni 2008 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Lm. nr. 189/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.