Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2000 Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 4. juni 1996 og løgtingslóg nr. 142 frá 20. desember 1996, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 4, stk. 2, verða orðini “eftir samráðing við rúsdrekka- og narkotikaráðið” strikað. 2) Í § 8, stk. 2, verða orðini “eftir samráðing við rúsdrekka- og narkotikaráðið” strikað. 3) Í § 9, stk. 3, verður “ein lækni” broytt til: “eitt umboð úr Fyribyrgingarráðnum”. 4) § 13, nr. 1, verður strikað. 5) Í § 13, nr. 2, sum verður broytt til § 13, nr. 1, verður “rúsdrekka- og narkotikaráðið” broytt til: “loyvisnevndina”. 6) Í § 13, nr. 3, sum verður broytt til § 13, nr. 2, verður “rúsdrekka- og narkotikaráðið” broytt til: “loyvisnevndina”. 7) § 13, nr. 4, verður broytt til § 13, nr. 3.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002 og samstundis verður danski teksturin í…
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2002 og samstundis verður danski teksturin í løgtingslógini strikaður. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.