Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. mai 2003 Nr. 64
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 04. juni 1996, løgtingslóg nr. 142 frá 20.12.1996 og løgtingslóg nr. 64 frá 10.05.2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 8, stk. 1 verður “Rúsdrekkasøla Landsins” broytt til: “Loyvisnevndin”. 2) § 8, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Hevur bryggjarí brotið treytirnar fyri loyvinum, kann loyvisnevndin taka loyvið aftur eftir ásetingunum í § 14. Afturtøka av loyvi til útflýggjan av øli kann vera avmarkað til ávís sølustøð”. 3) § 8, stk. 4 verður strikað. 4) § 9, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Loyvisnevndin hevur 5 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir. Í loyvisnevndini skulu vera ein løgfrøðingur, eitt umboð fyri løgregluna, eitt umboð fyri Fyribyrgingarráðið, ein grannskoðari og ein persónur við hollum kunnleika til hotel- og restauratiónsvinnuna, ið tó ikki sjálvur skal vera vinnurekandi innan hesa vinnugrein. Løgfrøðingurin er formaður í loyvisnevndini. Limirnir verða tilnevndir fyri eitt 4 ára tíðarskeið ísenn. Fyri hvønn av limunum verður tilnevndur ein tiltakslimur” 5) § 10, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Skeinkiloyvi kann verða veitt persónum og partafeløgum, smápartafeløgum og øðrum feløgum, sum hava avmarkaða ábyrgd (herímillum feløg við skiftandi limatali ella skiftandi ogn, felagsskapir, sjálveigandi stovnar við alment góðgerandi endamáli og aðrir sjálvsognarstovnar), um hesi feløg v.m. eru heimahoyrandi í Føroyum og reka hotel- og restauratiónsvirksemi” 6) § 10, stk. 2, nr. 3 verður strikað. 7) Í § 12, stk. 1 verður nr. 3 strikað. Nr. 4-5 verða eftir hetta til nr. 3-4. 8) § 12, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Skeinkiloyvi kann einans verða veitt feløgum v.m., jb. § 10, stk. 1, um stjórnin og helvtin av nevndarlimunum lúka treytirnar í stk. 1. Í serligum førum kann loyvisnevndin gera undantak frá kravinum í stk. 1, nr. 3. Koma nýggir limir í stjórnina ella nevndina, skal hetta fráboðast loyvisnevndini.” 9) Í § 13 verður nr. 1 strikað. Nr. 2-3 verða eftir hetta til nr. 1-2. 10) Í § 18 verða orðini “, tó ikki teimum støðum, sum eru nevnd í § 10, stk. 2, nr. 3,” strikað. 11) Í § 22, stk. 1, nr. 1, verður “§ 12, stk. 2, 2. pkt.” broytt til “§ 12, stk. 2, 3. pkt.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2003
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2003 Tórshavn, 2. mai 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 75/2002
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.