Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

15. mai 2014 Nr. 63

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skráseting av skipum

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 79…

Í løgtingslóg nr. 9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 10. mars 1992, løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997, løgtingslóg nr. 24 frá 12. apríl 2006 og løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Yvirskriftin til kapittul 1 verður orðað soleiðis: “Kapittul 1 Skráseting av skipum og skipum í gerð” 2. Yvirskriftin yvir § 1 verður strikað, og í § 1, stk. 1, verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Føroysk skip, sum eru liðugt bygd, og sum eru 15 BT ella yvir, hava skyldu at melda seg til skipaskráseting.” 3. § 2, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Prámar, lossingarbátar, dýpingarmaskinur, flótikranar, fóðurflakar og líknandi verða at meta sum skip, sama um tað hevur maskinu til framtøku ella ikki. Skip ella far, sum er fevnt av 1. pkt., og er 15 BT ella yvir, hevur skyldu at melda til skipaskránna.” 4. § 3 verður orðað soleiðis: “§ 3. Skip skulu meldast til skráseting seinast 30 dagar eftir, at tey eru liðug, og skip, sum keypt eru liðugbygd, seinast 30 dagar eftir keypið. Stk. 2. Hann, sum situr fyri skipaskránni, kann leingja freistina.” 5. § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Í tilmeldingini skulu standa upplýsingar um skipið og eigaran. Stk. 2. Við tilmeldingini skulu fylgja tørvandi próvførslur, at tilmeldarin er eigari av skipinum, og tað skal, undantikið tá ið talan er um tilmelding av skipum í gerð, próvførast, at treytirnar eftir § 1 eru hildnar. Stk. 3. Byggiár hjá skipinum og byggistaður og slag skulu skilast til. Stk. 4. Tá ið endalig skráseting verður umbiðin, skulu eisini navn hjá skipinum og heimstaður í føroyskari havn skilast til. Stk. 5. Skipanavn kann bert verða skrásett, um so er, at tað er so skilligt, at tað ikki blandast við onnur skrásett skipanøvn. Stk. 6. Hann, sum situr fyri skipaskránni, skal sýta skráseting av skipanavni, sum gongur inn á egið navnalag, sum annar reiðari nýtir. Stk. 7. Tilmelding av navni kann gerast, tá ið skip í gerð verður skrásett eftir § 4 ella um so er, at treytirnar fyri tílíkari skráseting eru hildnar.” 6. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Er felagsskapur eigari av skipi, skal tað tilskilast í tilmeldingini, hvør ið kann selja ella seta skipið í veð. Er stýri sett ella korresponderandi reiðari settur, skal tað meldast til. Eitt stýri er at meta sum korresponderandi reiðari, og ein tílíkur kann tá ikki serstakt meldast til. Eru eigarar skipsins eitt partsreiðarí, skal ein fyrisitandi reiðari verða valdur, sum lýkur treytirnar í § 1, og tilmelding gevast um hetta. Stk. 2. Eigur partafelag skip, skal tað próvførast, at felagið er komið upp í partafelagsskránna. Stk. 3. Um trupulleikar skuldu borið á at komið á tal við reiðaríið av tí, at eigarin hevur bústað í útlandinum ella av øðrum tílíkum grundum, kann skipaskrásetingin krevja, at víst verður til umboðsmann, sum býr her í landinum, og sum hevur heimild at vera fyri eigaran í viðurskiftum við skrásetingina og hevur ábyrgdina av, at skyldur, sum reiðaríið hevur eftir hesi lóg, verða fylgdar.” 7. Í § 7, stk. 2 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Skipaskrásetingin kann í serstøkum førum skráseta, hóast váttan ikki er fingin til vega frá útlendska skrásetingarmyndugleikanum.” 8. § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetir nærri reglur um fyrisiting av skipaskránni og um gjøld fyri skráseting og tænastur. Persónur við løgfrøðiligum embætisprógvi tekur endaliga avgerð í málum um skipaskráseting. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann áseta nærri reglur um eitt árligt gjald fyri hvørt einstakt skip skrásett í Føroya Skipaskrá, til fígging av uppgávum hjá skipaskrásetingini. Árliga gjaldið verður ásett við støði í stødd á skipinum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann áseta nærri reglur um gjaldshátt, freistir fyri inngjald, áminningarskriv, gjøld og rentur o.tíl. Stk. 4. Árliga gjaldið kann innheintast við panting. Stk. 5. Skip, sum Søvn Landsins hevur givið átekning sum varðveitingarvert sbrt. løgtingslóg um mentanarsøgulig skip, er undantikið at gjalda ársgjald.” 9. § 9 verður orðað soleiðis: “§ 9. Skjøl, sum verða latin inn til skrásetingina, skulu førast inn sama dag í eina talgilda dagbók. Eftir innførsluna í talgildu dagbókina skal tilmeldingin hava árit um, nær innførslan er gjørd.” 10. § 10 verður orðað soleiðis: “§ 10. Eftir innførsluna í dagbókina verður kannað eftir, um skipið kann skrásetast, og um upplýsingar eftir §§ 5-7 eru fingnar til vega. Stk. 2. Kann skipið ikki eftir fyriliggjandi próvførslum skrásetast, verður bíleggingin víst aftur. Eru tørvandi upplýsingar ikki fingnar til vega, kann skrásetingin krevja sær rætting gjørda innanfyri freistina eftir § 3.” 11. Í § 11 verður sum nýtt 1. pkt. sett: “Hvørt skipið sær hevur sítt skipsblað í talgildu skipaskránni.” 12. § 12 verður orðað soleiðis: “§ 12. Í serstaka skjáttu, skipsmappan, verður útskrift ella avrit av tí skrásetta skjalinum stungið við sama áritinum, sum skjalið hevur fingið.” 13. § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Afturat skipaskránni verður ein talgild reiðarískrá førd. Í henni skulu tey reiðaríini standa, sum hava skip í skipaskránni, og tilskilað, hvat skip hvørt reiðarí eigur. Fyri hvørt skipið verður víst til talgilda skipsblaðið.” 14. § 15 verður strikað. 15. § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Tað mest týðandi í innihaldinum í skrásetingini verður kunngjørt á heimasíðuni hjá skipaskrásetingini.” 16. § 18, stk. 1., 1. og 2. pkt. verður orðað soleiðis: “Tá skip er mált upp og endaliga ført inn í skipaskránna, verður tjóðskaparbræv givið. Í brævinum skulu standa tess brutto- og nettotonsatal og slag, navn, heimstaður, kenningarbókstavir, framtøkumegi og eigari. IMO-nummar verður skrivað á tjóðskaparbrævið hjá teimum skipum, hvar tað er krav sambært altjóða reglum.” 17. Aftaná § 18 verður sett: “§ 18 a. Skipaskrásetingin kann í teimum førum, tað verður mett neyðugt, tillaga krøvini í hesum kapittlinum til smærri bátar undir 5 BT.” 18. § 21 verður strikað. 19. § 22, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Tjóðskaparbrøv skulu goymast umborð, og tá ið tað verður kravt, vísast fram fyri myndugleikum.” 20. Aftaná § 22 verður sett: “Kapittul 2 Broytingar í skráseting” 21. Yvirskriftin yvir § 23 verður strikað, og § 23, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Yvirtøka til privat skifti er at meta sum broyting í eigaraviðurskiftunum. At sita í óskiftum búgvi, tá tað ræður um skip, sum tann deyði stóð skrásettur sum eigari av, verður eisini mett sum broyting í eigaraviðurskiftunum.” 22. Í § 24, stk. 1 verður “nationalitetsbrævið” broytt til: ”tjóðskaparbrævið”. 23. Aftaná § 25 verður sett: “Kapittul 3 Striking úr skipaskránni” 24. Yvirskriftin yvir § 26 verður strikað. 25. Í § 28, stk. 2 verður “3 ár” broytt til: “2 ár”. 26. § 29, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Verður eitt skip meldað til strikingar fyri at verða flutt til útlendska skrá, og eru treytirnar fyri striking loknar, verður strikingarváttan skrivað út, at skipið er strikað. Er tílík váttan givin, kunnu rættindi ikki longur verða meldað til skrásetingar.” 27. Aftaná § 30 verður sett: “Kapittul 4 Skráseting av rættindum” 28. Yvirskriftin yvir § 31 verður strikað, og § 31 verður orðað soleiðis: “§ 31. Rættindir í skipum, sum standa í skipaskránni, skulu skrásetast fyri at kunna standa ímóti avtalum um skipið og mót søksmáli. Stk. 2. Rættindir, sum skulu ota burtur óskrásett rættindir, skulu sjálvi vera skrásett og havarin eftir avtalu í góðari trúgv. Stk. 3. Avgerð um at frátaka rættarliga myndugleikan eftir verjumálslógini § 6 frá eigara av skrásettum rættindum í skipi skal skrásetast fyri at kunna gerast galdandi móti avtalum um skipið, sum verða gjørdar í góðari trúgv við tann ómynduga.“ 29. § 32 verður orðað soleiðis: “§ 32. Fyri at skjal skal kunna skrásetast, má tað eftir sínum innihaldi sláa fast, stovna, broyta ella taka av eigararættindir, pantirættindir, brúksrættindir ella rættindir, sum skerja eigara heimild at ráða á ein háttin ella fleiri nærri tilskilaðar hættir. Stk. 2. Tá ið pantibræv, sum er umfarspappír, er skrásett, tørvar ongin skráseting til, at tað skiftir hond.” 30. Í § 34 verður “viðurkemur” broytt til: “viðvíkjandi”. 31. § 36 verður orðað soleiðis: “§ 36. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum kann fyriseta gjøllari reglur, hvat krevjast skal sum prógv fyri eyðkenni og myndugleika hjá útgevara, fyri rættleikan av skjølum og fyriløgdum próvførslum, hvussu skjøl skulu síggja út og hvussu mikið skal fylgja við av útskriftum ella avritum, sum meldast til ella verða fyrivíst skrásetingini.” 32. Í § 37, stk. 3 verður sum 2. pkt. sett: “Tó kann freistin í hægsta lagi vera 5 gerandisdagar.” 33. § 37, stk. 4 verður orðað soleiðis: ”Stk. 4. Tá skrásett verður, skal stutt frásøgn um innihaldið í skjalinum førast inn á talgilda skipsblaðið, sum er í trimum: 1) ognarheimildir, 2) veðrættindir og 3) brúksrættindir og onnur.” 34. Í § 38, stk. 2, verður sum nýtt 2. pkt. sett: “Pantibrøv til ríkiskassan, landskassan, og teir av hesum stovnaðu lánistovnar kunnu tó eftir avgerð frá skipaskrásetingini strikast móti kvittan frá rættindishavaranum sambært skipaskránni.” 35. § 39 verður orðað soleiðis: “§ 39. Striking eftir § 38 verður gjørd soleiðis, at strikingin verður førd inn á viðkomandi skipsblað í talgildu skipaskránni.” 36. § 41 verður orðað soleiðis: “§ 41. Tá ið skjal er ført inn í skipaskránna, kann ongin atfinning gerast mót tess gildi afturímóti honum, sum í góðari trúgv hevur fingið tað eftir skrásettari avtalu. Tað sama er eisini galdandi hjá honum, sum fær pantibræv, sum er umfarspappír við transport. Stk. 2. Tó hevst móti teimum, sum fingið hava skjal í góðari trúgv, tað mótmælið, at skjalið er falskt ella falsað, ella givið løgleyst, orsakað av persónligum harðskapi ella hóttan um harðskap í stundini, ella at hann, sum gav skjalið út, hevði mist rættarliga myndugleika sín eftir verjumálslógini § 6. Stk. 3. Reglurnar í stk. 1 og 2 koma ikki í nýtslu viðvíkjandi rættindum, sum gingin eru yvir frá útlendskari skipaskrá eftir regluni í § 7, stk. 3.” 37. § 42 verður orðað soleiðis: “§ 42. Skipaskrásetingin gevur eftir umbøn váttað avrit av talgilda skipsblaðnum. Á hesum avriti eru bert tilmeldað rættindir, sum ikki eru strikað, tá avritið verður givið.” 38. Yvirskriftin yvir § 43 verður orðað soleiðis: “Kapittul 5 Skráseting í farskránni” 39. § 43 verður orðað soleiðis: “§ 43. Bátar undir 15 BT hava skyldu at melda til farskránna. Før, sum eru undantikin skyldu at tilmelda til skipaskránna sbrt. § 2, stk. 3 skulu skrásetast í farskránni hjá Føroya Skipaskráseting. Treytin fyri upptøku í farskránni er, at báturin ella farið er liðugt bygt og er føroysk ogn sbrt. § 1. Stk. 2. Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum ásetur nærri reglur um farskránna fyri bátar, minni enn 15 bruttotons, og ársgjald fyri skráseting og tænastur. Ársgjaldið verður ásett samsvarandi ásetingini í § 8, stk. 2-5.” 40. Yvirskriftin yvir § 44 verður strikað. 41. § 44 verður orðað soleiðis: “§ 44. Bátar ella før á 5 BT ella yvir, men undir 15 BT, kunnu eftir umbøn frá eigaranum skrásetast í skipaskránni. Stk. 2. Um báturin ella farið fyrr hevur verið ført inn í farskránna, skal tað strikast úr henni, og upptøkan í skipaskránna skal skrivast til í farskránni. Stk. 3. Upptøka í skipaskránna sambært stk. 1 byrgir fyri, at báturin ella farið seinni kann ganga yvir í farskránna, sbr. tó ásetingarnar í § 1, stk. 6 og § 46 a.” 42. § 45 verður strikað. 43. § 46 verður orðað soleiðis: “§ 46. Rættindi, tinglýst hjá Tinglýsingini, hava sítt gildi móti triðja manni, um so er, at herum galdandi reglur eru fylgdar.” 44. Aftaná § 46 verður sett: “§ 46 a. Eru veð ella onnur rættindi dottin burtur í báti ella fari undir 5 BT, sum eru skrásett í skipaskránni, og eru eingi rættindi skrásett longur, kann skipaskrásetingin taka stig til at flyta bátin ella farið yvir í farskránna.” 45. Yvirskriftin yvir § 48 verður orðað soleiðis: “Kapittul 6 Almennar reglur” 46. Í § 52 verður “(farskránni)” broytt til: “ella farskránni.” 47. Aftaná § 52 verður sett: “Kapittul 7 Rættarstig” 48. § 55 verður orðað soleiðis: “§ 55. Uttan fyri tey í § 54 tilskilaðu førum letur landskassin endurgjald fyri miss, sum onkur er komin undir vegna tess, at rættindir eru otað burtur eftir § 41, stk. 2, § 51 ella § 52. Stk. 2. Harafturat letur landskassin endurgjald fyri miss, sum stendst av eftirlæti hjá teim, sum starvast í skrásetingini.” 49. Aftaná § 56 verður sett: “Kapittul 8 Revsireglur” 50. Aftaná § 57 verður sett: “Kapittul 9 Gildiskoma”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Veð og onnur rættindi í smábáti undir 5 BT, skrásett í Skipaskránni, áðrenn henda lóg kom í gildi, varðveita bara sítt gildi í 2 ár eftir, at henda lóg kom í gildi, uttan so at hesi rættindi, áðrenn freistin av nýggjum er fráboðað til tinglýsingar hjá Tinglýsingini. Stk. 3. § 46 er galdandi fyri rættindi, tinglýst fyri løgtingslóg nr. 75 frá 23. mai 1997 um skráseting av skipum, kom í gildi. Tórshavn, 15. mai 2014 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 94/2013

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙