Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. mai 2019 Nr. 63
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um havnaloðsing (Loðslógin)
(Ábyrgd fyri útvegan av loðsing)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65…
Í løgtingslóg nr. 21 frá 16. mars 2012 um havnaloðsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 29. mai 2017, verða gjørdar hesar broytingar: Í § 4 verður aftaná stk. 1 sum nýggj stk. sett: “Stk. 2. Kommunurnar umsita loðsingina og skipa fyri loðsing eftir nærri ásettum reglum. Stk. 3. Umbøn um loðs og loðsflutning verður send viðkomandi kommunu, sum síðan útvegar neyðugu loðstænastuna. Stk. 4. Øll skuldskriving og innkrevjing í sambandi við loðstænastuna fer fram umvegis viðkomandi kommunu. Tann, sum biður um loðs og loðsflutning, heftir beinleiðis mótvegis kommununi fyri tænastuveitingina.” Stk. 2 verður hereftir stk. 5.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 9. mai 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 154/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.