Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. juni 2007 Nr. 63
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 19 frá 12. mars 2002 um avgjald á framleiðslu og innflutningi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verða gjørdar hesar broytingar: Í frumskjali 1 verða kapittul 84 og kapittul 94 strikaðir.
§ 2 Stk. 1. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2007
Stk. 1. Henda lóg kemur í gildi 1. juni 2007. Stk. 2. Virkir, ið eru skrásetingarskyldug sambært meirvirðisgjaldslógini, kunnu fáa afturgoldið punktgjøld av vørum í kap. 84 og 94, sum eru á goymslu 31. mai 2007. Treytir fyri at fáa endurgoldið avgjaldið eru: 1) Skrásettur ella løggildur grannskoðari góðkennir uppgerðina av goymsluni pr. 31. mai 2007 og 2) uppgerðin skal vera hjá Toll- og Skattstovu Føroya fyri 1. august 2007. Tórshavn, 7. juni 2007 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Magni Laksáfoss (sign.) Lm. nr. 119/2007
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.