Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

26. mai 2011 Nr. 62

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 9 frá 30. mars 2004, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Dagpeningur kann somuleiðis verða veittur til foreldur, sum eru heima hjá sjúkum barni á barnsins fyrsta og øðrum sjúkradegi, um barnið er undir 14 ár. Hvørt av foreldrunum kann, sambært hesum stykki, í mesta lagi fáa dagpening í 10 dagar um árið.” 2) Í § 23 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Verður óarbeiðsføri staðfest sambært § 3, stk. 5, er váttan frá arbeiðsgevara javnsett við læknaváttan.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012. Tórshavn, 26. mai 2011 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 63/2010

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙