Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. mai 1996 Nr. 62

Løgtingslóg um avgjøld í samband við panting sum broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 30. november 1999

§ 1 1) Fyri pantingar, framdar av Toll- og Skattstovu Føroya, verður kravt eitt grundgjald uppá kr.…

1) Fyri pantingar, framdar av Toll- og Skattstovu Føroya, verður kravt eitt grundgjald uppá kr. 300. Er kravið kr. 3.000 ella hægri, verður umframt kravt 1/2% av restkravinum í grundgjaldi. Stk. 2. Verður pantað samstundis fyri fleiri krøv hjá sama skuldara, verða krøvini løgd saman, áðrenn avgjaldið verður roknað. Stk. 3. Verður pantað fyri sama krav hjá fleiri skuldarum, verður avgjald roknað fyri hvønn skuldara. Hetta er tó ikki galdandi, um skuldararnir eru sambúgvandi hjúnafelagar, ella tá pantað verður í fastari ogn, sum skuldararnir eiga í felag.

§ 2 Um pantingin heilt ella partvíst verður framd uttan fyri skrivstovu pantifútans, ella skuldarin…

Um pantingin heilt ella partvíst verður framd uttan fyri skrivstovu pantifútans, ella skuldarin verður politiframførdur, verður eisini kravt eitt eykagjald uppá kr. 400. Stk. 2. Verður ein av teimum í stk 1 nevndu rættargerðum framd fyri fleiri krøv hjá sama skuldara, skal bert eitt eykagjald roknast. Stk. 3. Fyri eykagjald eru somu reglur galdandi sum í § 1, stk. 3.

§ 3 Avgjald eftir § 1 verður roknað, tá komuboðið verður sent

Avgjald eftir § 1 verður roknað, tá komuboðið verður sent. Stk. 2. Avgjald eftir § 2 verður roknað, tá pantingin verður framd. Stk. 3. Avgjøld, sum verða roknað sum ein prosentpartur, verða avrundað upp til næsta krónutal, sum kann býtast við 10. Stk. 4. Avgjøld eftir §§ 1 og 2 kunnu bert verða roknað eina ferð fyri sama krav hjá sama skuldara.

§ 4 1) Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu pantast av Toll- og Skattstovu Føroya eftir…

1) Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu pantast av Toll- og Skattstovu Føroya eftir reglunum fyri innkrevjing av skattum og avgjøldum. Stk. 2. Avgjøld, ið ikki verða goldin beinanvegin, kunnu verða eftirhildin í A-inntøku skuldarans eftir reglunum fyri eftirhald í § 136 í samtíðarskattalógini. Stk. 3. 1) Toll- og Skattstova Føroya kann í serligum førum eftirgeva avgjaldið.

§ 5 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer løgtingslóg nr. 10 frá…

Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og samstundis fer løgtingslóg nr. 10 frá 10. apríl 1953 um gjøld av panting úr gildi. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 94 frá 30. november 1999.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙