Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2000 Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 7, stk. 3, nr. 2, verður orðað soleiðis: 2) Eigararnir av í minsta lagi 2/3 av eginpeninginum herundir partapeninginum, umframt ábyrgdarpeninginum, sum somuleiðis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, skulu lúka treytirnar í stk. 2.” 2) § 7, stk. 3, nr. 3, verður orðað soleiðis: 3) Føroya Landsstýri skal hava upplýsingar, tá útlendingar eiga uppií fiskifari, heimahoyrandi í Føroyum, og tá broyting fer fram í býtinum millum føroyska partin og útlendska partin av eginpeninginum, herundir partapeninginum umframt ábyrgdarpeninginum, atkvøðurættinum og avgerðarrættinum í felagnum, og skal góðkenna slíkar broytingar. 3) Í § 7 verður sett sum stk. 6: “Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta treytir viðvíkjandi eginpeningi, parta- og ábyrgdarpeningi, herundir støddina av hesum í mun til íløguna, og íløguførleikan hjá eigara av fiskifari.” 4) Í § 35, stk. 1, verður sett sum 3. pkt.: “Verður eigari av fiskifari og/ella skipari á fiskifari dømdur fyri lógarbrot, grundað á kanningar, gjørdar í havn, kann eigarin verða dømdur at rinda Fiskiveiðueftirlitinum kostnaðin av kanningunum.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.