Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
9. mai 2019 Nr. 62
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.
(Heimild kommununnar at seta á stovn eldraíbúðir víðkað)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við…
Í løgtingslóg nr. 19 frá 7. apríl 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 15. desember 2014, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Kommunurnar kunnu seta á stovn bústaðir til fólkapensjónistar. Stk. 2. Bústaðir kunnu fevna um: 1) Røktarheim, 2) eldrasambýli, 3) umlættingarpláss, og 4) samdøgursendurvenjingarpláss. Stk. 3. Kommunurnar kunnu harafturat seta á stovn eldraíbúðir at leiga út til borgarar, ið eru 60 ár og eldri.” 2. Í § 20, stk. 1 verður “kærunevndina í Almanna- og heilsumálum” broytt til: “kærunevndina í Almanna-, familju- og heilsumálum”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 9. mai 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 101/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.