Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. mai 2023 Nr. 61

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

(Longd freist fyri at fáa endurrindað meirvirðisgjald av íløgum í almannagagnligt frítíðarvirksemi)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 27 frá 27. februar 2023, verður § 3 a, stk. 2 orðað soleiðis: 1. “Stk. 2. Fyri at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið sambært stk. 1, skal: 1) talan verða um ikki vinnuligt, almannagagnligt frítíðarvirksemi, har í minsta lagi 33% av samlaða íløgukostnaðinum, meirvirðisgjald ikki íroknað, er fingin til vegar sum gáva ella við óløntum og sjálvbodnum arbeiði, sjálvbodnari innsavnan, undir hesum vanligum og staðbundnum kirkjuskatti, 2) arbeiðið, sum meirvirðisgjald kann verða endurgoldið fyri, vera byrjað eftir 1. januar 2013 og endað í seinasta lagi 5 ár eftir, at umsókn er góðkend, og 3) umsókn um endurgjald fyri inngangandi meirvirðisgjald vera móttikin av TAKS í seinasta lagi 31. desember 2027.” 2. Í § 3 c, stk. 4 verður “30. juni 2023” broytt til: “31. august 2023”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Verkætlanir, ið eru farnar í gongd áðrenn 31. desember 2022 eru eisini fevndar av løgtingslógini. Í Tinganesi, 22. mai 2023 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 59/2022

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙