Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
25. mai 2009 Nr. 60
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 15. august 2008, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 5 verður aftaná stk. 7 sum nýtt stykki sett: ”Stk. 8. Felags kvota við hámarki er felags árskvota, sum landsstýrismaðurin hevur latið persóni ella felagi avmarkaðan rætt at veiða av.” Stk. 8-12 verða hereftir stk. 9-13. 2) § 8, stk. 2, 2., 3. og 4. pkt. verða strikað, og í staðin verður sett: ”Tó er ikki loyvt at flyta veiðiloyvi millum høvuðsbólkarnar, ásettir sambært § 28, stk. 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at lata eigara av fiskifari, sum veiðiloyvi verður flutt á, at njóta rættindi samsvarandi við, at fiskiorkan ikki verður størri enn fiskiorkan tilsamans hjá fiskifarinum, sum veiðiloyvi verður flutt á, og fiskifarinum, sum veiðiloyvi verður flutt frá.” 3) Í § 11, stk. 2 og § 12, 3. pkt. verður ”§ 5, stk. 5-8” broytt til ”§ 5, stk. 5-9”. 4) Í § 12, 1. og 2. pkt. verður ”§ 5, stk. 4-8” broytt til ”§ 5, stk. 4-9”. 5) Aftaná § 12 verður sett: “§ 12 a. Felags kvota við hámarki gevur eigara av ávísum fiskifari rætt at veiða í mesta lagi upp til eitt í fiskiloyvinum ásett hámark av tillutaðari felags árskvotu, sbr. tó § 18, stk. 1.” 6) § 14, stk. 1, 2. pkt. verður strikað, og í 3. pkt., sum verður 2. pkt., verður orðið ”Somuleiðis” broytt til: ”Tó”. 4., 5. og 6. pkt. verða hereftir 3., 4. og 5. pkt. 7) § 18, stk. 1 og 2 verða strikað, og í staðin verður sett: “Fiskiskapur skal steðga beinanvegin, tá kvota er uppfiskað, sbr. tó stk. 2, hámark er rokkið, ella fiskidagar hjá fiskifari ella bólki eru nýttir. Fiskiloyvi ella partar av hesum fella burtur av sær sjálvum, tá kvota er uppfiskað, hámark er rokkið, ella fiskidagar eru nýttir.” Stk. 3 verður hereftir stk. 2. 8) Í § 40, stk. 1, nr. 3 verður ”§ 18, stk. 2” broytt til ”§ 18, stk. 1”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 25. mai 2009 Kaj Leo Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 121/2008
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.