Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

25. januar 2001 Nr. 6

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum…

Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 21. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3, stk. 2, nr. 1, verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”. 2. § 5 verður orðað soleiðis: “§ 5. Gjald kann verða kravt útgoldið forskotsvís við tí upphædd, sum er ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna.”. 3. § 6, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Um tær í § 3 nevndu treytir eru loknar, kunnu serstøk gjøld, sum eru ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna til útreiðslur í samband við føðing og uppihald til móðrina fyri og aftaná føðing, rindast forskotsvíst.”. 4. § 9, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Gjaldið verður útgoldið forskotsvíst av Føroya Gjaldsstovu. Toll- og Skattstova Føroya røkir innheintingina eftir reglunum í § 10.”. 5. Í § 10, stk. 2, nr. 1, verður “Føroya Gjaldsstova” broytt til: “Toll- og Skattstova Føroya”. 6. § 15, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Um einans annað av foreldrum barnsins er á lívi, rindar tað almenna árliga eitt gjald til barnsins uppihald.”. 7. § 15, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Til faðir- og móðurloysingar verður rindað eitt árligt gjald.”. 8. Í § 22 verður “Landsstýrið” broytt til: “Landsstýrismaðurin”. 9. § 23, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Upphæddir í hesi løgtingslóg og javning av teimum verða ásettar í serligari løgtingslóg.”.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 25. januar 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙