Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. apríl 2001 Nr. 59

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum,…

Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum, verður § 63 a, stk. 1, orðað soleiðis: ”Afturbering sambært hesi grein verður veitt av teirri løn, frítíðarløn, samsýning v.m jbr. § 60, ið ein persónur búfastur í Føroyum, ella eitt partafelag, íognarfelag, partsreiðarí, annar felagsskapur ella felag, skrásett í Føroyum, og har veruliga leiðslan hevur høvuðssæti í Føroyum, rindar persónum, skattskyldugum í Føroyum fyri 1) tænastu umborð á skipi, skrásett í Føroysku Altjóða Skipaskránni FAS 2) tænastu umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt, í hesi lóg verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1, í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipa skrá. Reglurnar um afturbering eru ikki galdandi fyri: 1) tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt., ikki verða mett sum skip við heimstaði í Føroyum, 2) tænastu, útint á boripallum í føroyskum sjóøki sambært § 1, nr. 1, í kolvetnisskattalógini.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kungjørd. Tórshavn, 27. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙