Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
13. mai 2020 Nr. 59
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjófeingi (Sjófeingislógin)
(Heimild til at víkja frá, at svartkjaftur verður settur av til vinnuligar royndir og verkætlanir sambært § 15, stk. 1, nr. 1)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður aftan á § 15 sett
Í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður aftan á § 15 sett: “§ 15 a. Heimilað verður landsstýrismanninum í 2020 í kunngerð at víkja frá § 15, stk. 1, nr. 1, um at nøgdir av svartkjafti verða settar av til vinnuligar royndir og verkætlanir. Stk. 2. Heimilað verður landsstýrismanninum í 2020 í kunngerð at seta tær í § 15, stk. 1, nr. 1 nevndu nøgdir av svartkjafti av til fiskiskap sambært § 22, stk. 1 og § 23, stk. 2. Nevndu nøgdir av svartkjafti skulu latast sum felagskvota við hámarki. Stk. 3. Um heimildin sambært stk. 1 og 2 verður nýtt, verður nøgdin av svartkjafti, sett av til vinnuligar royndir og verkætlanir, sambært § 15, stk. 1, nr. 1 frá og við 2021 roknað sambært § 16, stk. 1 og 2 við grundarlagi í tí nøgd, sum sambært § 15, stk. 1, nr. 1 í 2020 kundi verið latin til vinnuligar royndir og verkætlanir.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 13. mai 2020 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 136/2019
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.