Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
10. mai 2000 Nr. 59
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsing (EDV í tinglýsingini)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39…
Í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 39 frá 5. mai 1987, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 7, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Sorinskrivarin heldur eina dagbók og eina tingbók.” 2) § 8, stk. 2 verður strikað. 3) Í § 9, stk. 3, 1. pkt., verða orðini “ella blaði í tingbókini eftir fyriseting landsstýrismannsins umframt tilmeldarans navni og bústaði” broytt til: “og tilmeldarans navni, bústaði og møguligum telefonnummari”. 4) § 9, stk. 3, 3. og 4. pkt., verða orðað soleiðis: “Eitt pantibræv skal siga frá debitors og kreditors bústaði, um ikki hesin má metast at vera almannakunnugur, ella bústaðnum hjá einum, ið hevur rætt at taka ímóti tilsøgnum, frásøgnum og gjøldum vegna debitor ella kreditor. Viðvíkjandi likamligum persónum skal eitt skeyti siga frá føðingardegi ognarans og eitt pantibræv skal siga frá føðingardegi debitors.” 5) § 14, stk. 1, verður orðað soleiðis: “Skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu førast í dagbókina. Henda skal fyri hvønn dag, tinglýsingarskrivstovan er opin, hava eitt yvirlit yvir øll skjøl, ið verða latin inn til tinglýsingar tann dagin. Verður biðið um, at fleiri rættindi verða tinglýst við sama skjali, verður skjalið ført í dagbókina fyri hvørt av hesum rættindum fyri seg.” 6) § 14, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Hevur skjalið ikki tilskilan av eigindómsins matr. nr., tilmeldarans navni, bústaði og møguligum telefonnummari, veðdebitors ella veðkreditors bústaði, um so er, at hesin ikki má metast at vera almannakunnugur, ella navni og bústaði hjá einum fulltrúa, jbr. § 9, stk. 3, ella er tilskilanin skeiv, verður tað burturvíst, uttan so at skeivleikin ella brekið verður rættað av tilmeldaranum. Landsstýrismaðurin kann áseta, at aðrir skeivleikar og brek við skjalinum skulu hava somu fylgju. Hevur skjalið ikki undirskrift útgevarans, og skeytið og pantibravið ikki sannvitni, ella fylgir endurrit ikki við, verður tað burturvíst.” 7) § 14, stk. 3, 1. og 4. pkt., verða strikað. 8) § 14, stk. 4, verður strikað. 9) Í § 15, stk. 2, 1. pkt., verða orðini “, eins og tað verður strikað í dagbókini” strikað. 10) Í § 15, stk. 5, 2. pkt., verður orðið “pantibræv” broytt til: “eitt skjal viðvíkjandi veðrætti burtursæð frá rættarveð og lógfestum veð,”. 11) § 16, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Tá skjalið er ført í tingbókina, fær tað og endurritið upplýsing um, at tað er tinglýst, um tann dagin, tað er innført í dagbókina, og um dagbóksnummar.” 12) Í § 16, stk. 3, 2. pkt. verða orðini “bæði í dagbók og tingbók” broytt til: “í tingbókini”. 13) Í § 16, stk. 4, 2. pkt., verða orðini “í innskrivaðum brævi” strikað. 14) § 16, stk. 4, 4. pkt., verður strikað. 15) § 16, stk. 5, verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um mannagongdina, tá skjøl verða send aftur.” 16) § 17 verður orðað soleiðis: “§ 17. Í tingbókini hevur hvør eigindómur og hvør bygd (markatalsbygd) sítt blað. Stk. 2. Skjølini verða førd inn í stuttum við tilskilan av skjalsins slag og honum, sum tað er skrivað til, tí degi, skjalið er innført í dagbókina og dagbóksnummar. Viðvíkjandi rættindum, sum bundin eru til tíðarfreist, verður henda tilskilað. Eru rættindini treytað, verður treytin tilskilað. Stk. 3. Viðvíkjandi brúkssáttmálum, verða tíðartreytir tilskilaðar. Viðvíkjandi pantirættindum, verða pantiupphæddir, rentufótur og prioritetsstøða tilskilað. Prioritetsstøðan kann verða tilskilað við talmerking. Stk. 4. Við avlýsing og strikan av rættindum, verður innførðslan í tingbókini strikað og førd í eina serstaka skrá, jbr. § 50c, stk. 4. Stk. 5. Eftir áheitan verða endurrit av eigindómsblaðnum givin. Landsstýris”maðurin ásetir nærri reglur um váttan, um hvussu útskriftir verða háttaðar og um sending.” 17) § 18, stk. 2 og 3, verða strikað. 18) § 19, stk. 2, verður strikað. 19) Í § 19, stk. 3, ið hereftir verður stk. 2, verða orðini “og felags eigindómsblað er ikki gjørt,” strikað. 20) § 20 verður orðað soleiðis: “§ 20. Sorinskrivarin strikar rættindi, sum eyðsæð ikki eru til longur. Stk. 2. Eru í tingbókini óstrikað rættindi, ið mugu metast at hava mist sín týdning, ella sum helst ikki eru til longur, ella sum tað eftir øllum líkindum ikki er nakar rættindahavari til longur, skal sorinskrivarin tilsiga møguligum havarum av rættindunum. Tilsøgnin skal fara fram við kunngerð í tí blaði, sum er góðkent at taka almennar kunngerðir í Føroyum og við eini freist, ið ikki er undir 3 vikur. Um tað ber til, fær eisini hann tilsøgn, sum í tingbókini stendur sum rættindahavari. Sigur eingin frá, áðrenn freistin er úti, verða rættindini strikað úr tingbókini. Stk. 3. Verður sorinskrivarin varur við villur í endurgevingini í tingbókini av skjølunum í aktini ella í upplýsingum hennara um eigindómin, skulu hesar rættast beinanvegin.” 21) § 21, stk. 4, verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Tá samanleggingin er framd, verða galdandi rættindi sett á eitt eigindómsblað. Á eigindómsblaðið kunnu hereftir einans førast slík rættindi, ið allur tann nýggi eigindómurin heftir fyri.” 22) § 21, stk. 5, verður strikað. 23) Í § 22, stk. 2, verður “§ 20, stk. 2,” broytt til: “§ 20”. 24) § 22, stk. 3-7, verða orðað soleiðis: “Stk. 3. Kemur fráboðan um sundurbýti ella matrikulering eftir teimum reglum, sum galdandi eru um hetta, stovnar sorinskrivarin beinanvegin eigindómsbløð fyri teir nýggju eigindómarnar. Sundurbýti verður viðmerkt á blaðið hjá tí sundurbýtta eigindóminum. Stk. 4. Á tey nýggju eigindómsbløðini verður í heimildar-, byrðu- og heftingarteiginum sett ein stutt tilvísing til blaðið hjá høvuðseigindóminum. Stk. 5. Í seinasta lagi við fyrstu tinglýsing av skjeyti verða viðmerktar tær byrðar og heftingar, ið liggja á tí einstaka eigindóminum. Er tann nýggi eigindómurin ikki loystur undan nevndu heftingum, ið liggja á høvuðseigindóminum, verða hesar samstundis tilskilaðar. Stk. 6. Reglan í § 23, stk. 2, verður eisini at nýta í hesum førum. Stk. 7. Reglurnar í stk. 1-6 verða at nýta samsvarandi við uppbýti í eigaraíbúðir.” 25) Í § 34, stk. 2, 2. pkt., verður eftir orðini “eigindómsins stødd,” sett: “bústaði”. 26) Aftaná § 49 verður sett: “§ 49 a. Tá onnur skjøl enn pantibrøv, sum nevnd í § 47, stk. 1, verða strikað, verður § 20 at nýta samsvarandi. 27) Yvirskriftin í parti III verður orðað soleiðis: “III. Fyrisitingarligar reglur, og revsireglur v.m.” 28) § 50 verður orðað soleiðis: “§ 50. Øll heimildarskjøl og pantibrøv viðvíkjandi føstum eigindómi, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu skjótast gjørligt gerast atkomulig hjá almenninginum. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta. Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um grundarlagið fyri tinglýsing, innlatingartíð fyri skjøl og um skipan og førslu av dagbók og tingbók og um at lata víðari upplýsingar, heruppií eftir § 50 c. Stk. 3. Dagbókin og tingbókin kunnu førast við nýtslu av edv. Verður edv nýtt í tinglýsingini, eru reglurnar í § 50 a-e galdandi. 29) Eftir § 50 verður sett: “§ 50 a. Endamálið við edv-skráseting eftir § 50, stk. 3, er at fáa til vega eina arbeiðsskrá fyri tinglýsingarverkið og eitt grundarlag fyri formidling av tinglýsingarupplýsingum til almenningin og gerð av hagtølum.
§ 50 b Einans er loyvt at skráseta upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna røkja…
Einans er loyvt at skráseta upplýsingar, ið hava týdning fyri at kunna røkja tinglýsingaruppgávurnar, og upplýsingar, ið hava stóran týdning fyri nýtsluna av tinglýsingarupplýsing”um, hjá brúkarunum.
§ 50 c Upplýsingar í edv-skrá eru atkomuligar hjá øllum á internetinum
Upplýsingar í edv-skrá eru atkomuligar hjá øllum á internetinum. Stk. 2. Upplýsingar, ið verða strikaðar ella avlýstar, verða fluttar til eina serliga skrá (søguliga skrá). Heimildarupplýsingar úr hesi skrá kunnu latast víðari eftir reglunum í stk. 1. Aðrar upplýsingar úr tí serligu skránni kunnu einans verða latnar til nýtslu í ávísum rættarviðurskiftum. Fullar upplýsingar skulu tó eftir áheitan latast honum, sum upplýsingarnar viðvíkja. Stk. 3. Tinglýsingarskráin kann ikki samkoyrast við privatar ella aðrar almennar edv-skráir, um ikki annað er ásett við lóg. Tó kann samkoyrast við almennar skráir fyri at flyta upplýsingar til tinglýsingarskránna sum liður í stovnani av hesi ella sum liður í framhaldandi dagføringini av tinglýsingar”skránni og til hagfrøðilig og vísindalig endamál. Somuleiðis kann gerast samanburður um terminal við aðrar atkomuligar upplýsingar frá øðrum almennum skráum viðvíkjandi fastari ogn. Stk. 4. Hópupplýsingar kunnu ikki latast víðari, jbr. tó § 50, stk. 1. Stk. 5. Latan av upplýsingum, eftir § 50, stk.1, viðvíkjandi ávísum tilskilaðum føstum eigindómum kann støðugt fara fram til brúkararnir. Slíkar upplýsingar kunnu ikki latast víðari við edv. Stk. 6. Upplýsingar, ið verða latnar víðari eftir stk. 1-5, kunnu ikki nýtast við tí fyri eyga at fáa nýggj viðskiftafólk ella annars við øðrum endamálum enn avhending, trygging, rættarsókn og rættarviðurskifti annars, lánupptøka í fastari ogn, lánsmeting, likamligt ræði á fastari ogn og ráðgeving í sambandi við hesi endamál. Stk. 7. Avgerðir viðvíkjandi víðarilatan eftir stk. 3-5 verða tiknar av sorinskrivaranum. Avgerðir sorinskrivarans kunnu kærast til Eystara Landsrætt.
§ 50 d Landsstýrismaðurin ásetir eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið nærri reglur við atliti at…
Landsstýrismaðurin ásetir eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið nærri reglur við atliti at tryggja, at upplýsingar í tinglýsingarskránni ikki verða oyðilagdar, reingjaðar ella settar inn av órøttum, strikaðar ella broyttar, jbr. §§ 20 og 49 a, og við atliti at tryggja, at upplýsingarnar ikki verða misnýttar, ella at óviðkomandi fáa kunnleika um tær. Stk. 2. Forsetin í Eystara Landsrætti hevur eftirlit við tinglýsingarskráunum. Avgerðirnar hjá forsetanum eru endaligar. Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hetta eftirlit eftir samráðing við Skrásetingareftirlitið.
§ 50 e Við bót verður hann revsaður, ið nýtir eina upplýsing ímóti regluni í § 50c, stk. 7. Fyri brot,…
Við bót verður hann revsaður, ið nýtir eina upplýsing ímóti regluni í § 50c, stk. 7. Fyri brot, ið verða framd av partafeløgum, smápartafeløgum ella líknandi, kann bót verða áløgd felagnum sum slíkum.
§ 50 f Pantibrøv, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av…
Pantibrøv, ið verða fráboðað til tinglýsingar, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrinum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta, at onnur skjøl, ið verða fráboðað til tinglýsing, skulu vera skrivað á oyðubløð, ið eru góðkend av landsstýrismanninum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann, hóast reglurnar í § 50 c, stk. 3-5, áseta reglur um royndir við tinglýsing við støði í elektroniskari flytan av upplýsingum og um royndir við elektroniskari latan av upplýsingum til ein realkreditstovn. Í hesum reglum kann verða ásett, at tinglýsing av elektroniskum skjølum skal hava somu rættarfylgju sum tinglýsing av øðrum skjølum. 30) § 52, stk. 4, verður strikað.
§ 2 Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi 1) . Samstundis fer…
Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi 1) . Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 úr gildi.
§ 3 Landsstýrismaðurin kann áseta reglur viðvíkjandi flytan av upplýsingum tingbókarinnar til…
Landsstýrismaðurin kann áseta reglur viðvíkjandi flytan av upplýsingum tingbókarinnar til elektroniska tingbók, heruppi í hvar elektronisku tingbókaupplýsingarnar skulu goymast. Stk. 2. Avgerðir viðvíkjandi flytan, heruppií strikan, tilskilan av prioritetsstøðu v.m., verða tiknar av sorinskrivaranum. Avgerðir sorinskrivarans kunnu kærast eftir reglunum í § 36 í tinglýsingarlógini. Kærast skal til Eystara Landsrætt. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður 1) Hendan løgtingslóg er sett í gildi 20. november 2000 við kunngerð nr. 112 frá 10. november 2000.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.