Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

2. mai 2022 Nr. 59

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

(Fólkaflutningur, ferðaleiðarar o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 2, stk. 3, litra f verður orðað soleiðis: “f) Fólkaflutningur. Frítøkan fevnir ikki um annan vinnuligan fólkaflutning við bussi enn rutuflutning. Umframt fólkaflutning fevnir ásetingin eisini um flutning av akførum við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins innanoyggja.” 2. § 2, stk. 3, litra n verður orðað soleiðis: “n) Virksemi sum ferðaleiðari, ferðamannastovuvirksemi og ferðamanna leiðbeiningarvirksemi og upplýsingarvirksemi.” 3. Í 5, stk. 1, 1. pkt., § 12, stk. 5, 2. pkt., § 18, stk. 3, § 18, stk. 4, 1. pkt., § 23 a, stk. 1, nr. 3, § 27, stk. 8, § 28, stk. 5, 2. pkt., § 29, stk. 2, tvær staðni í § 29, stk. 3, § 30, stk. 1-3, § 31, stk. 1 og 2, § 38, stk. 1, 2. pkt. og § 40, stk. 4 verður “Toll- og Skattstovu Føroya” broytt til: “TAKS”. 4. Í § 21, stk. 2, tvær staðni í § 21, stk. 3, tvær staðni í § 23, stk. 1, § 23 a, stk. 3, § 23 a, stk. 4, 1. pkt., § 24, stk. 2, 2. pkt., § 29, stk. 1, § 30, stk. 4, § 32, stk. 2, 1. pkt., § 34, stk. 1 og § 38, stk. 1, 1. pkt. verður “Toll- og Skattstova Føroya” broytt til: “TAKS”. 5. Í § 38, stk. 1 verður “limum í skatta- og avgjaldskærunevndini,” broytt til: “Føroya Kærustovni”.

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1 kemur í gildi 1. januar 2024. Í Tinganesi, 2. mai 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 108/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙