Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. apríl 2001 Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fiskiskap
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða…
Í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 2, stk. 4, verður strikað. 2) § 5, stk. 9, verður orðað soleiðis: “Stk. 9. Fiskidaganevndin. Eftir uppskoti frá fiskiveiðufeløgunum umboðandi trol og húk, velur landsstýrismaðurin 4 umboð í eina Fiskidaganevnd, ið øll skulu hava sítt yrki á sjónum og tilsamans breitt skulu mynda fakbólkarnar á økinum. Harumframt velur landsstýrismaðurin formann og setir skrivara. Landsstýrismaðurin velur varafólk fyri limirnar í fiskidaganevndini eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri limirnar. Fiskidaganevndin letur landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, og hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrismaðurin ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini neyðugt tilfar til tess at útinna arbeiðssetningin.” 3) § 22 verður orðað soleiðis: “§ 22. Við løgtingslóg verður ásett fiskidagatal fyri botnfiskaveiði á føroyska landgrunninum hvørt fiskiárið. Stk. 2. Á hvørjum ári fyri 15. juni skal Fiskirannsóknarstovan lata landsstýrismanninum stovnsmetingar, tilmæli um fiskidagar komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. Stk. 3. Á hvørjum ári fyri 22. juni skal Fiskidaganevndin, grundað á eina mest hóskandi veiði fyri fiskiárið, lata landsstýrismanninum tilmæli um fiskidagar fyri komandi fiskiárið og, hvussu fiskiskapurin skal skipast tað komandi fiskiárið. Broytingar í fiskidagatalinum skulu m.a. vera grundaðar á metingar um, hvat fiskidagatal fyri hvønn høvuðsbólk av fiskiførum best tryggjar, at fiskastovnarnir verða gagnnýttir burðardygt. Stk. 4. Landsstýrismaðurin leggur uppskot fram til løgtingslóg sbrt. stk. 1, og gevur í viðmerkingunum til uppskotið frágreiðing við øllum upplýsingum av týdningi viðvíkjandi ásetingini av fiskidøgum. Stk. 5. Fiskiárið byrjar 1. september og endar 31. august árið eftir. Fiskidagar fyri komandi árið verða ásettir í seinasta lagi 18. august sama árið, fiskiárið byrjar. ” 4) Í § 36, verður sett inn sum stk. 2 : “Stk. 2. Landsstýrismanninum verður í kunngerð heimilað at seta treytir um, at fiskifør undir føroyskum flaggi og fremmand fiskifør í føroyskum sjógvi skulu vera undir eftirliti um fylgisvein ella líknandi samskiftisskipan, sum til eina og hvørja tíð kann upplýsa um knattstøðu skipsins. Útreiðslurnar fyri útgerð ber fiskifarið.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 27. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.