Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. apríl 2003 Nr. 58

Løgtingslóg um innflutning og hald av vandamiklum djórum o.ø, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022

§ 1 Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um forboð fyri innflutningi av vandamiklum og eksotiskum…

Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um forboð fyri innflutningi av vandamiklum og eksotiskum djórum til Føroya og haldi av slíkum djórum í Føroyum. Stk. 2. Vandamikil djór eru djór, sum við biti, eiturstingi ella á annan hátt kunnu verða til vanda fyri menniskju ella djór. Stk. 3. Eksotisk djór eru djór, sum ikki natúrliga hoyra heima í føroyska djóraheiminum.

§ 2 Gjald fyri tiltøk eftir reglum við heimild í hesi lóg liggur á viðkomandi djóraeigara ella…

Gjald fyri tiltøk eftir reglum við heimild í hesi lóg liggur á viðkomandi djóraeigara ella fyritøku, um ikki landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hetta. Stk. 2. Um gjøld sambært stk. 1 ikki verða rindað innkrevjandi myndugleika rættstundis, verður rindað renta eftir § 5 í rentulógini. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri áminningarskriv. Stk. 3. Gjøld sambært stk. 1 og 2 kunnu verða heintað inn við panting.

§ 3 1) 2) Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum,…

1) 2) Leggur landsstýrismaðurin sínar heimildir eftir lógini til ein myndugleika undir honum, kann hann áseta, at avgerðir, tiknar av myndugleikanum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið hjá einum myndugleika at taka upp aftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært. Stk. 2. 1) 2) Eftir samráðingar við avvarðandi landsstýrismann kann landsstýrismaðurin áseta reglur um, at aðrir almennir myndugleikar ella stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur eftir lógini. Landsstýrismaðurin kann áseta, at avgerðir hjá hesum myndugleikum kunnu kærast til Føroya Kærustovn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um høvið hjá einum myndugleika at taka upp aftur til viðgerðar eitt mál, sum er kært. Stk. 3. 1) 2) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at privatir stovnar skulu vera við til at røkja uppgávur sambært lógini ella reglum við heimild í lógini og um kæru um avgerðir til Føroya Kærustovn.

§ 4 Í reglunum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann vera ásett, at brot á reglurnar verða…

Í reglunum, ið verða givnar við heimild í hesi lóg, kann vera ásett, at brot á reglurnar verða revsað við bót. Stk. 2. Fyri brot, sum verða framd av løgfrøðiligum persóni, sum t.d. partafelag ella lutafelag, kann tann løgfrøðiligi persónurin verða sektaður sum slíkur.

§ 5 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 22. apríl 2003 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður Lm. nr. 94/2002 1) Broytt við løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, har § 19 er soljóðandi: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Kærumál, sum eru reist, tá henda løgtingdslógin kemur gildi, verða viðgjørd av kærumyndugleikanum eftir galdandi lóggávu, áðrenn henda lógin kom í gildi.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, har § 34 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2022 og samstundis fara løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og løgtingslóg nr. 17 frá 8. mai 2008 um Vinnukærunevnd úr gildi.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
innflutning av eksotiskum dýrum · innanhýsis
Galdandi · 7. apríl 2004
Broytingar
at broyta ymsar lógir undir Vinnumálaráðnum · innanhýsis
Galdandi · 8. mai 2008
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙