Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
18. mai 2015 Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald
(Leiguakfør og demoakfør)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 57 frá 17. mai 2013, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 10, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Fyri motorakfør, skrásett sum leiguakfør, motorakfør, skrásett sum demoakfør, og akfør, nýtt til skúlakoyring, verður reglan sambært stk. 1 nýtt. Fyri at motorakfar skal kunna viðgerast eftir stk. 1, skal tað hava verið skrásett sum leiguakfar, demoakfar ella akfar nýtt til skúlakoyring í minsta lagi 6 mánaðir, og at leiguakfarið skal hava havt minst 10 ymiskar leigarar, ella verið skrásett sum leiguakfar í minst 3 ár.” 2. § 32, stk. 4 verður orðað soleiðis: “Stk. 4. Er avgjaldið ikki goldið, tá ið freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Við gjalddag skal her skiljast gjalddagurin, sum ásettur er í § 22, stk. 1.” 3. Danski tvíteksturin í lógini verður strikaður.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 18. mai 2015 Kaj Leo Holm Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 93/2014
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.