Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
11. apríl 2025 Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um el riknar hitapumpuskipanir
(Eftirlitsheimildir, Jarðfeingi skal gera mátingar og skrásetingar av boriholum o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012 um el riknar hitapumpuskipanir, sum broytt við løgtingslóg…
Í løgtingslóg nr. 22 frá 16. mars 2012 um el riknar hitapumpuskipanir, sum broytt við løgtingslóg nr. 82 frá 29. mai 2017 og § 12 í løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 1, stk. 2 verður strikað. 2. Í § 4, stk. 2 og 3, § 9, stk. 4, § 10, stk. 2, § 11, stk. 2, 4. pkt. og § 12, stk. 3 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 3. Í § 4, stk. 2 verður aftan á “á hvønn hátt hesar upplýsingar latast.” sett: “Landsstýrisfólkið kann eisini áseta reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast myndugleikanum talgilt, og kann áseta nærri reglur um talgilda samskiftið.” 4. Í § 4, stk. 3 verður aftan á “fyri ummæli sbrt. § 5, stk. 1” sett: “, fyri mátingar, skrásetingar og ráðgeving sbrt. § 7 a”. 5. § 5, stk. 1 verður strikað, og í staðin verður sett: “Kommunan tekur avgerð í málinum í samráð við Umhvørvisstovuna og sendir umsókn um loyvi at gera eina jarðhitaskipan til ummælis hjá Jarðfeingi við eini svarfreist upp á fýra vikur, sum kann verða longd undir serligum umstøðum.” 6. Aftan á § 5 verður sett: “§ 5 a. Kommunan upplýsir, hvar viðkomandi drekkivatnsveitingar eru.” 7. § 6, stk. 1, nr. 2 og 3 verður orðað soleiðis: “2) at tað ikki stríður móti týðandi atlitum til verandi ella framtíðar byggingar, byggisamtyktir, lendisætlanir, kommunuætlanir, náttúrufrøðilig og ella jarðfrøðilig atlit o.a. at geva loyvi til jarðhitaskipanina, 3) at útbúnaður, sum verður nýttur til jarðhitaskipanina, lýkur ásettu krøvini sbrt. § 10, stk. 1, og”. 8. Í § 6, stk. 2, nr. 3 verður “landsstýrismaðurin” broytt til: “landsstýrisfólkið”. 9. Í § 6, stk. 3 verður sum nr. 4 sett: “4) Hvussu, hvar og nær borievja og borivatn skal burturbeinast.” 10. Í § 6 a, stk. 2 og 4, sum verður stk. 3, og § 9, stk. 5 verður “Umhvørvisstovuni” broytt til: “Arbeiðs- og brunaeftirlitinum”. 11. § 6 a, stk. 3 verður strikað. Stk. 4 og 5 verða eftir hetta stk. 3 og 4. 12. Í § 6 a, stk. 4, sum verður stk. 3, verður “og 3” strikað. 13. Aftan á § 7 verður sett: “§ 7 a. 7 til 14 dagar aftaná jarðhitaholið er borað, mátar Jarðfeingi í minsta lagi: 1) grundvatnsspegilin, 2) hitastig og leiðingarevni av vatninum fimta hvønn metur niður ígjøgnum boriholið, og 3) møguliga nøgd av artesiskum vatni. Stk. 2. Jarðfeingi skrásetir sínar mátingar og ítøkiligu staðsetingina av boriholinum í skipanina nevnd í § 7, stk. 1. Stk. 3. Jarðfeingi veitir neyðuga ráðgeving til kommunur um jarðfrøðilig viðurskifti í sambandi við jarðhitaboringar.” 14. § 8 verður strikað, og í staðin verður sett: “§ 8 Kommunan kann broyta ella taka aftur loyvi, sum eru givin eftir § 3, stk. 1, áðrenn borað verður, um: 1) týðandi fortreytir, sum loyvið er grundað á, eru broyttar, 2) vandi er fyri, at arbeiðið at gera jarðhitaskipanina kann dálka møguligt grundvatn, 3) vandi er fyri, at arbeiðið at gera jarðhitaskipanina kann ávirka tilrenningina til drekkivatnsøkið 4) eigari av jarðhitaskipan, installatørur ella brunnborari grovt ella endurtakandi brýtur ásetingar í løgtingslógini og reglur gjørdar við heimild í lógini ella treytir í loyvinum, 5) jarðhitaskipanin ikki longur er í brúk, sbrt. § 13, stk. 2, ella 6) kommunan verður forðað í at fremja sítt eftirlit eftir § 14 a-c.” 15. Í § 9, stk. 1 og 5 verður “Umhvørvisstovan” broytt til: “Arbeiðs- og brunaeftirlitið”. 16. § 9, stk. 3, 2. pkt. verður strikað. 17. Í § 9 verður sum stk. 6-8 sett: “Stk. 6. Hava installatørur ella brunnborari brotið reglurnar í hesari løgtingslóg, kann Arbeiðs- og brunaeftirlitið taka loyvið aftur. Stk. 7. Installatørurin ella brunnborarin kann krevja, at avgerðin eftir stk. 6 skal verða løgd fyri dómsvaldið. Avgerðin skal innihalda upplýsing um rættin til at leggja avgerðina fyri dómsvaldið og um kærufreist. Stk. 8. Arbeiðs- og brunaeftirlitið skal hava boð um krav eftir stk. 7 í seinasta lagi 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina. Arbeiðs- og brunaeftirlitið letur fútanum málið at leggja fyri dómsvaldið eftir reglunum í § 78, stk. 3 í revsilógini.” 18. Aftan á § 11 verður sett: “§ 11 a. Kommunan kann geva eigara av jarðhitaskipan, installatøri ella brunnborara ítøkilig boð um at tetta hol og gera aðrar rættandi atgerðir. Kommunan kann áseta freist, nær boðini skulu verða fylgd. Stk. 2. Tann, sum hevur ábyrgdina, ber útreiðslurnar av at tetta hol og at gera rættandi atgerðir, kommunan gevur boð um. Stk. 3. Verða boð frá kommununi ikki fylgd, sbrt. stk. 1, kann kommunan seta neyðug tiltøk í verk. Tann, sum hevur ábyrgdina, ber útreiðslurnar fyri tiltøkini, sum kommunan setur í verk.
§ 11 b Elvir boringin til skaða á ogn hjá eigara ella triðja persóni, ber brunnborarin ábyrgdina av…
Elvir boringin til skaða á ogn hjá eigara ella triðja persóni, ber brunnborarin ábyrgdina av skaðanum.” 19. Heitið á kapitli 4 verður orðað soleiðis: “Kæra, eftirlit, revsing, gildiskoma og skiftisreglur” 20. Sum yvirskrift yvir § 14 verður sett: “Kæra” 21. Í § 14, stk. 1 verður “landsstýrismannin” broytt til: “landsstýrisfólkið”. 22. § 14, stk. 2 verður strikað, og í staðin verður sett: “Stk. 2. Landsstýrisfólkinum verður heimilað at leggja kærumyndugleikan til annan fyrisitingarligan myndugleika, hvørs avgerðir eru endaligar innan fyrisitingina.” 23. Aftan á § 14 verður sett: “Eftirlit
§ 14 a Kommunan hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 3, stk. 2, § 4, stk. 1, § 6, stk.…
Kommunan hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 3, stk. 2, § 4, stk. 1, § 6, stk. 1-3, § 7, stk. 2, § 11, § 12, stk. 1 og 2, § 13 og reglum givnar við heimild í hesi løgtingslóg. Stk. 2. Umhvørvisstovan hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 7, stk. 2 og reglum givnar við heimild í hesi løgtingslóg. Stk. 3. Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur eftirlit við og tekur avgerð fyri at fremja § 6 a, § 9, stk. 2, § 10, stk. 1, og reglum givnar við heimild í hesi løgtingslóg.
§ 14 b Tá tað krevst til tess at útinna uppgávur eftir løgtingslógini, skulu kommunan, Umhvørvisstovan…
Tá tað krevst til tess at útinna uppgávur eftir løgtingslógini, skulu kommunan, Umhvørvisstovan og Arbeiðs- og brunaeftirlitið, við samleikaváttan og uttan rættarúrskurð, hava ótarnaða atgongd til øll øki og alla útgerð, sum hoyra til jarðhitaskipanina, soleiðis at hesir myndugleikar kunnu røkja sínar uppgávur sambært løgtingslógini.
§ 14 c Installatørur, brunnborari og eigari av jarðhitaskipanini hava skyldu til at lata kommununi,…
Installatørur, brunnborari og eigari av jarðhitaskipanini hava skyldu til at lata kommununi, Umhvørvisstovuni og Arbeiðs- og brunaeftirlitinum upplýsingar, skjøl og annað, sum er neyðugt hjá hesum myndugleikum, til tess at røkja uppgávurnar sambært løgtingslógini.” 24. Sum yvirskrift yvir § 15 verður sett: “Revsing” 25. Í § 15, stk. 1, verður “og § 13, stk. 1, í hesi lóg” broytt til: “, § 11 a, stk. 2 og 3, § 13, stk. 1 og §§ 14 b-c í hesi løgtingslóg” 26. Sum yvirskrift yvir § 16 verður sett: “Gildiskoma og skiftisreglur”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 11. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 89/2024
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.