Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. juni 1995 Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vinnuligan fískiskap
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 I løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verða gjørdar hesar broytingar
I løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1 verður orðað soleiðis: “§ 1. Lógin fevnir um vinnuligt at gagnnýta livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og hjá fiskiførum undir føroyskum flaggi á sjóleiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar. Lógin fevnir somuleiðis um at gagnnnýta livandi tilfeingið í føroyskum áum og vøtnum. Lógin fevnir íkki um at gagnnýta hval, kóp, fugl og alifisk.” 2) § 5, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Veiðiloyvi sambært hesi lóg er góðkenning, ið Føroya Landsstýri veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttanfyri føroysku landleiðirnar.” 3) § 5, stk. 9 verður orðað soleiðis: “Stk. 9. Stovnsrøktarnevndin. Landsstýrið velur Stovnsrøktarnevnd. Fiskiveiðifeløgini umboðandi trol- og húkaveiðu hava hvør sínar tveir limir og tiltakslimir í stovnsrøktarnevnd, sum gevur landsstýrinum sítt tilmæli um mest loyvdu veiði. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Landsstýrið ger reglugerð um val og virki nevndarinnar og tryggjar nevndini kunnleika til tey tilmæli, ið Fiskirannsóknarstovan letur landsstýrinum. Fiskirannsóknarstovan tilnevnir skrivara í stovnsrøktamevndina.” 4) § 9, stk. 1, nr. 7 verður orðað soleiðis: “Hvussu mótroknað verður, um veitt verður út um kvotuna og um hvussu virðið í mótrokningini verður at nýta.” 5) § 10, stk. 5 og stk. 6 verða orðað soleiðis: “Stk. 5. Á landleiðunum og í føroyskum havnum er tað bannað fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi og fremmandum ríkisborgarum at reka vinnuligan fiskiskap yvirhøvur, herundir fáast við slfkt, ið stendur í samband við fiskiskap, so sum umskiping av fongi, virking, pakking ella onnur handfaring av fiski ella fiskavøru, umskiping av útgerð ella ankring við tí í hyggju at taka lut í umskiping av fiski ella taka inn útgerð. Stk. 6. Landsstýrinum er heimilað at gera undantak frá forboðnum í stk. 1 og stk. 5 og at gera nærri reglur hesum viðvíkjandi.” 6) í § 10 verður sum nýtt stk. 7 sett: “Stk. 7. Eisini er bannað fiskiførum, sum eru undir fremmandum flaggi, og fremmandum ríkisborgarum at koma á føroyskt sjóøki ella í føroyska havn uttan í skaðaleysari gjøgnumsigling, um so er, at tey hava brotíð reglur fyri fiskiskapi uttan fyri føroysku landleiðimar, sum fiskifør undir føroyskum flaggi sambært millumlanda avtalur eru bundin at halda.” 7) § 13 verður orðað soleiðis: “§ 13. Eingin við rættindum eftir § 12 kann ráða yvir meira enn 10% av hvørjari heildarkvotu á føroysku landleiðunum.” 8) § 15, stk. 1. verður orðað soleiðis: “Egin kvotupartur kann verða latin ella úfleigaður øðrum, um teir lúka treytímar í lógini annars, við teimum avmarkingum, sum ásettar eru ( stk. 2 og § 16. Landsstýrið skal hava fráboðan um flyting av kvotu, áðrenn farið verður at fiska fluttu ella leigaðu kvotuna. Kvotuparturin kann ikki verða settur í veð.” 9) § 16 verður orðað soleiðis: “§ 16. Landsstýrið ásetir reglur um, á hvønn hátt kvotur kunnu verða leigaðar, lætnar og fluttar millum bólkar av fiskiførum og veiðihættum. Stk. 2. Egnir kvotupartar, sum eru grundaðir á veiðu við útróðrarbáti, kunnu bert verða latnir ella leigaðir øðrum útróðrarbátum.” 10) § 18 verður orðað soleiðis: “§ 18. Fiskiskapur skal steðga beinanvegin, tá ið heildarkvota, egna árskvotan, felagskvotan ella hjáveiðukvotan av ávísum fiskasløgum er uppfiskað, sbr. tó stk. 3. Stk. 2. Fiskiloyvi ella partar av fiskiloyvi detta burtur av sær sjálvum, tá ið kvotan er uppfiskað. Stk. 3. Um veiðan eftir einum ávísum fiskaslagi ger, at fiskiskapurin eftir øðnun fiskasløgum steðgar, kann landsstýrið í kunngerð áseta reglur fyri, hvussu fiskiskapurin eftir teimum fiskasløgum, sum ikki eru uppfiskað, verður at halda áfram.” 11) § 19 verður orðað soleiðis: “§ 19. Landsstýrið kann gera av, at veiðinøgdir av ávísum fiskasløgum skulu hækkast við ávísum prosentparti, tá roknað verður, hvussu nógv av egnu árskvotuni ella felagsárskvotuni er nýtt, um fiskurin ikki gongur gjøgnum føroysku innvigingarskipanina, tó fyri tosk og hýsu upp til 20% og fyri upsa og kongafísk upp til 15%. Óvirkaður fiskur er ósløgdur, sløgdur ella avhøvdaður fiskur, sama hvussu hann er goymdur.” 12) Yvirskriftin í kapittul 7 verður broytt soleiðis: “Kapittul 7 Ymiskar ásetingar” 13) § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Heildarkvotur á landleiðunum fyri fiskifør undir føroyskum flaggi verða ásettar fyri hesar fiskastovnar frá 1. september 1994 til 31. august 1995. Tons rund vekt: Toskur á Føroya Banka 1.000 Toskur á landgrunninum 12.500 Hýsa 7.500 Upsi 41.500 Kongafiskur 13.300 14) § 28 verður orðað soleiðis: “§ 28. Felags kvotupartar verða ásettir fyri hesar bólkar av fiskiførum á føroysku landleiðunum: Bólkur 1: Stáltrolarar yvir 400 HK, lemmatrolarar. Bólkur 2: Stáltrolarar yvir 400 HK, pør. Bólkur 3: Stállínuskip yvir 110 BRT. Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 20 BRT á húkaveiðu. Bólkur 5: Trolbátar undir 85 BRT. Bólkur 6: Útróðrarbátar undir 20 BRT á húkaveiðu. Bólkur 7: Onnur veiða. Stk. 2. Felags kvotupartarnir verða roknaðir hvørjum bólki sær eftir prosentbýti av teimum ymisku fiskastovnunum, tó jvb. stk. 3, soleiðis: Toskur Hýsa Upsi Kongafiskur Bólkur 1: Trol, lcmmatrolarar 4% 1,75% 13% 90,5% Bólkur 2: Trol, pør 21% 10,25% 69% 8,5% Bólkur 3: Línuskip 23% 28% Bólkur 4: Útróðrarbátar yvir 20 BRT, húkaveiða 14% 21% 10% 0,5% Bólkur 5: Trolbátar undir 85 BRT 13% 7% 0,5% Bólkur 6: Útróðrarbátar undir 20 BRT, húkaveiða 24% 30% 7% Bólkur 7: Onnur 1% 2% 0,5% 0,5% Stk. 3. Verða heildarkvotur hækkaðar, skal hækkingin í bólki 5, jvb. § 29, stk 1, nr. 5, at falla til bólk 4. 15) § 29 verður orðað soleiðs: “§ 29. Innan fyri hvønn av bólkunum av fiskiførum í § 28, stk. 1, sum eru í veiðiflotanum 1. januar 1995 verður egni kvotuparturin hjá skipi roknaður soleiðis: 1) Bólkur 1 verður skipaður í tríggjar undirbólkar soleiðis: A: Djúpvatns lemmatrolarar 2050 HK ella meira. B: Djúp- og meðalvatoslemmatrolarar 1200 HK ella meira. C: Lemmatrolarar minni enn 1200 HK. Í bólki A verður tillutaða hvørjum skipi av heildarkvotu: Toskur 0,27%, hýsa 0, 12%, upsi 0,59%, kongafiskur 8,23%. Í bólki B verður tillutað hvørjum skipi av heildarkvotu: Toskur 0,27%, hýsa 0, 12%, upsi 1,19%, kongafiskur 4,17%. Í bólki C verður tillutað hvørjum skipi av heildarkvotu: Toskur 0,27%, hýsa 0,12%, upsi 1,19%, kongafiskur 1,91%. 2) Bólkur 2 verður skipaður í tríggjar undirbólkar: A: Partrolarar størri enn 1150 HK ella meira, byggiár 1984 ella seinni. B: Partrolarar 700 HK ella meira. C: Partrolarar minni enn 700 HK. Í bólki A verður tillutað hvørjum skipi av heildarkvotu: Toskur 0,6%, hýsa 0,29%, upsi 2,52%, kongafiskur 0,27%. Í bólki B verður tíllutað hvørjum skipi av heildarkvotu: Toskur 0,6%, hýsa 0,29%, upsi 1,92%, kongafiskur 0,24%. Í bólki C verður tillutað hvørjum skipi av heildarkvotu: Toskur 0,6%, hýsa 0,29%, upsi 1,31%, kongafiskur 0,22%. 3) Bólkur 3: Býtt verður javnt ímillum skipini í bólkinum. 4) Bólkur 4 fiskar av felags árskvotu. 5) Bólkur 5: Býtt verður javnt millum trolbátarnir í vinnu 1. januar 1995, tó soleiðis, at egna kvotan ongantíð fer upp um 70 tons av toski og 30 tons av hýsu. Um trolbátur leggur um aftur frá troli til línu-/snelluveiðu, fellur hansara egna kvota inn aftur í avvarðandi bólki. Talið av trolbátum kann ikki vaksa við talið 1. januar 1995, men skal minka so hvørt sum trolbátur leggur um til línu-/snelluveiðu ella ikki er í vinnu. 6) Bólkur 6 fiskar av felags árskvotu. 7) Fiskitíðin fyri bátar, ið fiska av felagskvotu, verður býtt í trý tíðarskeið: 1: september - desember 2: januar - apríl 3: mai - august. Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað, tá fýra mánaðir eru eftir av fiskiárinum, at flyta ónýttar kvotur innanfyri bólkin, ella til annan bólk, sum tørvar hesa kvotu, grundað á tilætlingina í hesi lóg.” 15 a) Í § 35 verður nýtt stk. 3 og stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið hevur til eina og hvørja tíð við hóskandi samleikaváttan og uttan rættarúrskurð atgongd til fiskifør og fiskaflutningsfør, sum liggja í havn, og harumframt á øllum støðum, har sum veiða ella partar av hesi verða goymd, flutt og viðgjørd v.m. Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitíð kann gera kanningar ella lata kanningar gera, herundir staksýniseftirlit og innvigingareftirlit, innheintað skjøl og upplýsingar, geva boð og forboð í tí vavi og á teimum økjum, har tað verður mett neyðugt fyri at fremja eftirlitið.” 15 b) Aftaná § 35 verður sum nýggj § 35 a sett: “§ 35 a. Tey, sum hava ábyrgd av veiði ella partar av hesi, hava skyldu til at hjálpa fiskiveiðieftirlitinum í tænastuliga kanningum sínum og hava rætt til at verða til staðar undir slíkum kanningum.” 15 c) Aftaná § 35 a verður sum nýggj § 35b sett: “§ 35 b. Nøgdir av veiði, sum er fiskað stríðandi ímóti reglum um fiskiskap, mugu ikki verða goymd, flutt ella viðgjørd v.m. Stk. 2. Keyparar ella móttakarar av tílíkum nøgdum av veiði ella partar av hesi, sum fiska stríðandi ímóti reglunum í stk. 1, ella hvørs innihald ikki er í samsvar við reglur um veiðisamanseting, kunnu bera seg undan ábyrgd við móttøkuni at siga fiskiveiðieftirlitinum frá og uppgeva metta veiðinøgd og slag og samanseting við navni á tí, sum letur nøgdina, og bústaðir hansara. Fráboðað nøgd av veiði ella partur av hesi skal verða goymd soleiðis, at eftirlit kann fremjast og má íkki verða flutt ella verða viðgjørd uttan samtykki frá Fiskiveiðieftirlitinum. Stk. 3. Koma fyri nøgdir av veiði ella partar av hesi, veidd ímóti galdandi reglum, verður øll nøgdin at meta sum veitt soleiðis, uttan so at tann nøgd, sum er veidd stríðandi ímóti galdandi reglum, verður skild frá, meðan fiskiveiðieftirlitið er á staðnum fyri at staðfesta, hvussu stór tann ólógliga veiðan er.” 16) § 40, stk. 1, nr. 3) verður broytt soleiðis: “brýtur reglurnar í §§ 7 og 11, § 18, stk. 2, § 21, stk. 1,1. punktum, § 24, stk.2, § 35 a, § 35 b og reglur ásettar við heimild í § 21 annars.” 16 a) Í § 42 verða stk. 1 og stk. 2 broytt soleiðis: “Stk. 1. Fyri inndrátt eru reglurnar í borgarligu revsilógini galdandi. Veiða ella virði av veiðu kann tó verða inndrigið, hóast tað ikki er endaliga staðfest, at øll veiðan er fiskað ólógliga. Stk. 2. Fyri brot á reglumar um útblaking og brot á reglurnar um at veiða á stongdari leið ella á friðaðum øki, veiða við ólógligum reiðskapi, veiða uttan veiði- ella fiskiloyvi ella veiða útum ásetta kvotu kann øll veiðan og reiðskapur verða inndrigið, herundir net, lemmar, sleiðitrossar, línur, uppstandarar v.m. líkamikið hvørs ogn hetta er.” 16 b) Í § 44 verður “§ 41” broytt til: “§ 40”. 16 d) Í § 45, stk. 1 gongur út “nr. 8” og í danska lógartekstinum verður “§ 19” broytt til: “§ 18”.
§ 2 Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tó fáa broytingamar nr. 14) og 15) ikki…
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tó fáa broytingamar nr. 14) og 15) ikki gildi fyrr enn frá 1. september 1995. Tórshavn, 2. juni 1995 Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Ivan Johannesen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.