Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
2. mai 2022 Nr. 58
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum
(Broyta ásetingar um meting av upprunavirðinum og útvegan av skjalprógvi)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast…
Í løgtingslóg nr. 33 frá 19. mai 2008 um avgjøld við skráseting av motorakførum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 168 frá 16. desember 2021, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 22, stk. 3 verður strikað. 2. § 22, stk. 4, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Kunnu teir í stk. 2 nevndu persónar og feløg ikki útvega skjalprógv fyri upprunavirðinum, kann Akstovan úr egnum skráum ímóti gjaldi útvega skjalprógv samsvarandi stk. 2 og kann samstundis við støði í upplýsingunum úr egnum skráum í serligum førum gera eina meting av upprunavirðinum sbrt. stk. 2.”
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Í Tinganesi, 2. mai 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 111/2021
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.