Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2006 Nr. 57

Løgtingslóg um broyting í rúsdrekkalógini

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 64 frá 02.05.2003, verður gjørd henda broyting: Aftaná § 12 verður sett: ”§ 12 a. Til støk tiltøk sum størri samkomur, ráðstevnur, konsertir og stevnur, kann loyvisnevndin uttan mun til ásetingina í § 11, stk. 1, 1.pkt. loyva, at rúsdrekka verður skonkt, um loyvishavari eftir § 10 skipar fyri skeinkingini. Til størri uttanduratiltøk kann loyvi tó einans verða givið til at skeinkja øl. Skeinkingin er ikki treytað av atknýttum matstovuvirksemi undir tiltakinum. Stk. 2. Loyvisnevndin kann í serligum føri loyva, at persónur, ið lýkur treytirnar, ið eru ásettar í § 12, stk. 1, skipar fyri skeinkingini, um eingin loyvishavari kann átaka sær at skipa fyri skeinkingini Stk. 3. Loyvi eftir stk. 1 og 2 kann eftir umstøðunum avmarkast og treytast. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur sambært 1. pkt. í kunngerð.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 16. mai 2006 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður / Bjarni Djurholm (sign.) Lm. nr. 86/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙