Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. apríl 2025 Nr. 57

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um tinglýsingaravgjald

(Kærumyndugleikin lagdur til Føroya Kærustovn o.a.)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 8. frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr.…

Í løgtingslóg nr. 8. frá 28. februar 2006 um tinglýsingaravgjald, sum broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 2. juni 2008, løgtingslóg nr. 123 frá 15. desember 2014, og løgtingslóg nr. 156 frá 23. desember 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 3 a, stk. 1, 7. pkt. verður “Tinglýsingarstovan” broytt til: “Umhvørvisstovan”. 2. Í § 3 a, stk. 2, 2. pkt. verður “Tinglýsingarstovuni” broytt til: “Umhvørvisstovuni”. 3. Í § 4, stk. 1 verður “Tinglýsingarstovuna” broytt til: “Umhvørvisstovuna”. 4. Í § 3 a, stk. 5 verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”. 5. Í § 4, stk. 1 og §§ 5 og 5 a verður “lóg” broytt til: “løgtingslóg”. 6. Aftan á § 5 b verður sett: “§ 5 c. Avgerðir eftir hesi løgtingslóg, sum eru tiknar av Umhvørvisstovuni, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina. Kæran skal vera skrivlig og grundgivin.”

§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Er kæra um tinglýsingaravgjald latin Fíggjarmálaráðnum, sum ikki er avgreidd, innan henda løgtingslóg kemur í gildi, viðger og avgreiðir Føroya Kærustovnur kæruna sambært reglunum í hesi løgtingslóg. Í Tinganesi, 11. apríl 2025 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 59/2024

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙