Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2000 Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum verður…
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum verður gjørd henda broyting: Sum nýtt seinasta pkt. í § 2 verður sett inn: “Upphæddin í løgtingslógini um viðbót til ávísar pensjónistar v. fl. verður javnað eftir somu reglum frá og við 1. januar á hvørjum ári”.
§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2001. Tórshavn, 10. mai 2000 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.