Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

7. mai 2019 Nr. 57

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin)

(Leigubilar)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við…

Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 190 frá 21. desember 2018, verður § 10, stk. 2 orðað soleiðis: ”Stk. 2. Fyri motorakfør, skrásett sum leiguakfør, skal akfarið antin hava havt í minsta lagi 10 ymiskar leigarar, hava koyrt í minsta lagi 12.500 km og hava verið skrásett sum leiguakfar í minsta lagi 6 mánaðir, ella hava verið skrásett sum leiguakfar í minst 3 ár. Við sølu av leiguakfari kann frádrátturin í mesta lagi vera 45.000 kr. í útgangandi avgjaldinum fyri hvørt leiguakfar. Fyri motorakfør, nýtt til skúlakoyring, kann reglan í stk. 1 verða nýtt um so er, at akfarið hevur verið nýtt til skúlakoyring í minsta lagi 6 mánaðir.”

§ 2 1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá…

1) Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum. Í Tinganesi, 7. mai 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 172/2018 1) Framløgudagurin var 7. mars 2019.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙