Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
4. mai 2021 Nr. 57
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin) og anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde
(Fylgibroytingar til broytingar í grannskoðaralógini og um at seta í gildi ES PIE-fyriskipan)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt…
Í løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg (Vinnufelagalógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 6. mai 2016, § 1 í løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019 og § 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 93, stk. 3, verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Aðalfundur, sum Skráseting Føroya hevur kallað inn til, verður stjórnaður av persóni, sum Skrásetingin hevur heimilað til tess, og høvuðsleiðslan skal lata hesum eigarabók kapitalfelagsins, aðalfundarprotokoll og grannskoðanarprotokoll, um grannskoðarin førir eina slíka. Skráseting Føroya leggur út fyri aðalfundarkostnaðin, men endaligi kostnaðurin verður rindaður av kapitalfelagnum.” 2. § 129 verður orðað soleiðis: “§ 129. Limirnir í evstu leiðsluni skriva undir ta av grannskoðara gjørdu grannskoðanarprotokoll, um grannskoðarin førir eina slíka.” 3. Í § 144 verður aftan á stk. 1 sum nýtt stk. sett: “Stk. 2. Ásetingar í viðtøkum felagsins ella onnur avtala, sum avmarkar aðalfundarins val av einum ella fleiri góðkendum grannskoðarum, sum skulu grannskoða ársroknskap felagsins, umframt møguligum varafólkum fyri hesar, til ávísar av flokkar av ella lista yvir grannskoðarar, hava ikki gildi.” Stk. 2-5 verða eftir hetta stk. 3-6. 4. Í § 144, stk. 4, sum verður stk. 5, verður “stk. 2 og 3” broytt til: “stk. 3 og 4”. 5. Aftan á § 144 verður sett: “§ 144 a. Hóast artikkul 17, stk. 1, í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden, kann aðalfundurin í einum kapitalfelagi, sum er fevnt av § 1 a, nr. 3, í grannskoðaralógini, velja sama grannskoðara í mesta lagi í: 1) 20 ár, um ein útbjóðingarrunda er í samsvari við artikkul 16, stk. 2-5 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden við virknaði fyri grannskoðanina eftir endan av eini gildistíð upp á 10 ár, ella 2) 24 ár, um aðalfundurin eftir eini gildistíð upp á 10 ár velur í minsta lagi ein grannskoðara aftrat at gera grannskoðanina.” 6. Í § 146, stk. 3, 1. pkt., verður aftan á “á annan hátt, sbr. stk. 1” sett: “og 4”. 7. Í § 146 verða sum stk. 4-6 sett: “Stk. 4. Í kapitalfeløgunum, sum eru fevnd av § 1 a, nr. 3 í grannskoðaralógini, kann valdi grannskoðarin, sbr. § 144, verða settur frá við dómi, um haldgóð grund er til tað. Rættarmál um hetta kann verða reist av einum ella fleiri kapitaleigarum í kapitalfeløgum, sum tilsamans umboða í minsta lagi 5% av atkvøðurættindunum ella av felagskapitalinum umframt av Skráseting Føroya sum eftirlitsmyndugleiki við grannskoðarafyritøkum, sbr. § 30 í grannskoðaralógini. Stk. 5. Mál um at seta felagsins grannskoðara frá eftir stk. 4 verða reist mótvegis felagnum og verða førd eftir formum samsvarandi teimum í lov om Retsplejelov for Færøerne. Fæst viðhald í einum málskravi um at grannskoðari skal setast frá, fer grannskoðarin frá, tá dómurin er endaligur. Rætturin fráboðar samstundis Skráseting Føroya og grannskoðaranum um frásetanina. Við støði í dóminum skrásetur Skrásetingin at tann frásetti grannskoðarin er farin frá. Stk. 6. Verður grannskoðarin settur frá sambært stk. 4, verða stk. 2, 3. pkt, og stk. 3 nýtt samsvarandi.” 8. § 147, stk. 2 verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Grannskoðarin skal harumframt ansa eftir, um leiðsla felagsins heldur skyldur sínar at gera starvsskipan og til at gera og føra bøkur, yvirlit og protokollir umframt at reglurnar um at leggja fyri og undirskriva grannskoðanarprotokollina eru hildnar, um grannskoðarin førir eina slíka.”
§ 2 Í anordning nr. 1114 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse…
Í anordning nr. 1114 frá 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder (Vinnufyritøkulógin), sum broytt við § 3 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 3 í løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, § 2 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011, løgtingslóg nr. 25 frá 16. mars 2012, løgtingslóg nr. 43 frá 6. mai 2016, § 3 í løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl 2019 og § 2 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Aftan á § 11 verður sett: “§ 11 a. Ásetingar í viðtøkum felagsins ella í aðrari avtalu, sum avmarka aðalfundarins val av einum ella fleiri góðkendum grannskoðarum, sum skulu grannskoða ársroknskapin í eini fyritøku, fevnd av hesi løgtingslóg, umframt møguligum varafólkum fyri hesar, til ávísar flokkar ella listar yvir grannskoðarar ella grannskoðarafeløg, hava ikki gildi.
§ 11 b Hóast artikkul 17, stk. 1 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16.…
Hóast artikkul 17, stk. 1 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden, kann aðalfundurin í einum kapitalfelagi, sum er fevnt av § 1 a, nr. 3 í grannskoðaralógini velja sama grannskoðara í mesta lagi í: 1) 20 ár, um ein útbjóðingarrunda er í samsvari við artikkul 16, stk. 2-5 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden, við virknaði fyri grannskoðanina eftir endan av eini gildistíð upp á 10 ár, ella 2) 24 ár, um aðafundurin eftir eini gildistíð upp á 10 ár velur í minsta lagi ein grannskoðara aftrat at gera grannskoðan.” 2. Í § 19 verða sum stk. 3 og 4 sett: “Stk. 3. Í eini fyritøku, sum er fevnd av § 1 a, nr. 3 í grannskoðaralógini, kann grannskoðarin verða settur frá við dómi, um haldgóð grund er til tað. Rættarmál um hetta kann verða reist av luttakarum, sum umboða 5% av atkvøðunum ella luttakarunum, umframt av Skráseting Føroya sum eftirlitsmyndugleiki við grannskoðarafyritøkum, sbr. § 30 í grannskoðaralógini. Stk. 4. Rættarmál um at seta felagsins grannskoðara frá sambært stk. 3 verða reist mótvegis felagnum og verða førd eftir formum samsvarandi teimum í lov om Retsplejelov for Færøerne. Fæst viðhald í einum málskravi um at grannskoðari skal setast frá, fer grannskoðarin frá, tá dómurin er endaligur. Rætturin fráboðar samstundis Skráseting Føroya og grannskoðaranum um frásetanina. Við støði í dóminum skrásetur Skrásetingin, at tann frásetti grannskoðarin er farin frá.” 3. § 19 e, stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Aðalfundurin ella líknandi fundur, ið kallað er inn til eftir stk. 1, verður stjórnaður av einum persóni, sum hevur fingið myndugleika til tess frá eftirlitsmyndugleikanum. Leiðsla fyritøkunnar skal lata eftirlitsmyndugleikanum tað tilfar, sum er neyðugt fyri, at innkalling kann fara fram í samsvari við viðtøkurnar. Aðalfundarbók og grannskoðanarprotokoll skulu harumframt útflýggjast, síðst nevnda tó bert, um grannskoðarin førir eina slíka.”
§ 3 Í anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om…
Í anordning nr. 1113 af 20. september 2007 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde, sum broytt við § 4 í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mai 2008, § 4 í løgtingslóg nr. 52 frá 11. mai 2009, § 5 í løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, § 3 í løgtingslóg nr. 69 frá 27. mai 2011 og § 3 í løgtingslóg nr. 45 frá 26. apríl 2019, verða gjørdar hesar broytingar: 1. § 21, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Stk. 6. Førir grannskoðarin grannskoðanarprotokoll, skal grannskoðanarprotokollin leggjast fyri á nevndarfundum. Eitt og hvørt ískoyti til protokollina skal undirskrivast av øllum nevndarlimunum.” 2. 29, stk. 3 verður orðað soleiðis: “Stk. 3. Grannskoðarin skal ansa eftir, um nevndin heldur skyldur sínar at gera og føra bøkur, yvirlit og protokollir umframt um reglurnar um fyrilegging og undirskriving av grannskoðanarprotokollini eru hildnar, um grannskoðarin førir eina slika. Staðfestir grannskoðarin, at nevndu krøv ikki eru uppfylt, skal hann gera eitt serligt úttalilsi um tað, sum verður sent grunnamyndugleikanum.” 3. Aftan á § 29 verður sett: “§ 29 a. Hóast artikkul 17, stk. 1, í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden kann nevndin á fundi um ársroknskapin í einum vinnurekandi grunni, sum er fevndur av § 1 a, nr. 3, í grannskoðaralógini velja sama grannskoðara í mesta lagi í: 1) 20 ár, um ein útbjóðingarrunda er í samsvari við artikkul 16, stk. 2-5 í Europa-Parlamentets og Rådets forordning (EU) nr. 537/2014 frá 16. apríl 2014 om specifikke krav til lovpligtig revison af virksomheder af interesse for offentligheden við virknaði fyri grannskoðanina eftir endan av eini gildistíð upp á 10 ár, ella 2) 24 ár, um aðalfundurin eftir eini gildistíð upp á 10 ár velur í minsta lagi ein grannskoðara aftrat at gera grannskoðanina.”
§ 4 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2021
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2021. Stk. 2. § 1, nr. 3, og § 2, nr. 1, verða nýttar frá dagsetingini av fyrsta valinum av einum ella fleiri grannskoðarum til at grannskoða ársroknskapin eftir gildiskomu løgtingslógarinnar. Avtalur um avmarkingar í valinum av einum ella fleiri góðkendum grannskoðarum, sum skulu grannskoða ársroknskapin, og møguligum varafólkum fyri hesar, til ávísar flokkar ella listar yvir grannskoðarar ella grannskoðarafeløg, varðveita teirra gildi til dagsetingina av fyrsta valinum av einum ella fleiri grannskoðarum. Í Tinganesi, 4. mai 2021 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 105/2020
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 av 3 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.