Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. apríl 2001 Nr. 56

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt…

Í løgtingslóg um ferðslu, smb. løgtingslógarkunngerð nr. 14 frá 2. mars 1988, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 59 f, stk. 1, 4. pkt., verður orðað soleiðis: “Hevur rætturin til at vera førari áður verið frádømdur viðkomandi treytaleyst, kann afturveitan av koyrirættinum, áðrenn frádømingartíðin er útliðin, bara henda sum undantak, og fyriløgan kann í fyrsta lagi fara fram, tá ið 6 ár eru liðin av frádømingartíðini.” 2) Í § 59 f verður sett sum nýtt stk. 3: “Stk. 3. Um koyrirætturin verður frádømdur av nýggjum, áðrenn frádømingartíðin er farin, verða tær í stk. 1 og 2 nevndu frestir fyri fyriløgu fyri dómstólarnar av spurninginum um at fáa koyrirættin aftur roknaðar frá dagfestingini fyri tann seinasta dómin, ið frádømir viðkomandi koyrirættin.”

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Tórshavn, 24. apríl 2001 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙