Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. mai 2013 Nr. 56

Løgtingslóg um broyting í lóg um almenna forsorg

(Forsorgarlógin – bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við…

Í lovbekendtgørelse nr. 100 frá 2. mars 1988 om offentlig forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 147 frá 20. desember 2012, verða gjørdar hesar broytingar. 1. Í § 16 verður stk. 1 strikað. 2. Í § 16, stk. 2, sum eftir hetta verður stk. 1, verður “,” eftir orðið “afdelinger” broytt til: “sbrt. § 27 og § 32, og”, og ”for institutionernes ledelse og drift samt regler” og ”Landsstyret kan indhente en udtalelse fra Socialministeriet.”, verður strikað. 3. § 16, stk. 3, sum verður stk. 2, verður orðað soleiðis: “Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um trygdarfyriskipanir á bú- og viðgerðarstovnum og á stovnslíknandi fyriskipanum sbrt. § 27 og vardum bústøðum sbrt. § 32 og skyldu at veita hesi tilboð til persónar: 1) sum sbrt. rættarúrskurði skulu sinniskannast, 2) sum sbrt. rættarúrskurði ella dómi skulu setast í vardan bústað ella vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settir í vardan bústað, ella 3) sum treyt fyri ákæruafturtøku ella royndarleysgeving verða settir í vardan bústað, ella vera undir eftirliti, undir hesum við møguleika fyri fyrisitingarliga at verða settir í vardan bústað.“ 4. Í § 16 verða stk. 4 og 5 strikað. 5. Yvirskriftin yvir § 27 verður orðað soleiðis: “Bú- og viðgerðartilboð”. 6. § 27 verður orðað soleiðis: “§ 27. Tilboð til persónar við týðandi likam­ligum ella sálarligum breki ella víðfevndum sosialum trupulleikum kann veitast á bú- og viðgerðarstovnum og á stovnslíknandi fyri­skipanum. Stk. 2. Tilboð sbrt. stk. 1 kann veitast persónum á bú- og viðgerðarstovni ella stovns­líknandi fyriskipan uttanlands, um einki nøktandi tilboð kann veitast í Føroyum. Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum at stovnseta og reka bú- og viðgerðarstovnar og stovnslíknandi fyriskipanir sambært nærri ásettum treytum. Stk. 4. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við bú- og viðgerðarstovnum og stovnslíknandi fyriskipanum. Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð nærri reglur um virksemi á bú- og viðgerðarstovnum og stovnslíknandi fyriskipa­num, reglur um upptøku og gjald og treytir fyri at veita tilboð uttanlands.” 7. Í § 41 b verður í 1. pkt.“om pension til enker og andre enlige kvinder samt” og í 2. pkt. “§§ 27-31 og“, strikað. 8. Í kappitul VI undir ”ikrafttrædelsesbestem­melser” verður § 3 strikað.

§ 2 Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2013

Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2013. Tórshavn, 14. mai 2013 Annika Olsen (sign.) varaløgmaður Lm. nr. 115/2012

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙