Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
7. mai 2019 Nr. 56
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin)
(Leingjan av rættinum til barsilspening við tveimum vikum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við…
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan (Barsilslógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 166 frá 20. desember 2017, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2, stk. 3, 2. pkt. verður “52-56 vikurnar” broytt til: “56 vikurnar”. 2. Í § 9, stk. 1, 2. pkt. verður “42 vikur” broytt til: “44 vikur” og “46 vikurnar” broytt til: “52 vikurnar”. 3. Í § 9, stk. 2, 1. pkt. verður “28 vikur” broytt til: “30 vikur”. 4. Í § 9, stk. 3 verður “46 vikurnar” broytt til: “52 vikurnar”. 5. § 9, stk. 4, 1. pkt. verður orðað soleiðis: “Hóast ásetingarnar í stk. 2 og 3 hevur faðirin rætt til barsilspening í upp til 48 vikur innan fyri 52 vikur eftir barnsburð, um mamman doyr, ella læknaváttan staðfestir, at mamman vegna álvarsliga sjúku ikki er før fyri at taka sær av barninum.” 6. Í § 9, stk. 6 og 7 verður “28 vikunum” broytt til: “30 vikunum”. 7. Í § 10, stk. 1 verður “50 vikur” broytt til: “52 vikur”. 8. Í § 10, stk. 3, 2. pkt. verður “46-50 vikurnar” broytt til: “56 vikurnar”.
§ 2 Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2019
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2019. Stk. 2. Henda løgtingslóg er galdandi fyri foreldur at børnum, fødd ella ættleidd sama dag, sum henda løgtingslóg kemur í gildi, ella seinni, og fyri tey foreldur, sum eru í skipanini, og sum fáa útgjald eftir §§ 9 ella 10. Løgtingslógin er eisini galdandi fyri tey foreldur, hvørs útgjaldstíðarskeið eftir §§ 9 ella 10 er endað, men har seinasta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki er útgoldið. Í Tinganesi, 7. mai 2019 Aksel V. Johannesen (sign.) løgmaður Lm. nr. 98/2018
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.