Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. apríl 2022 Nr. 55

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjúkrahúsverkið

(Limatalið í Sjúklingaráðnum verður lækkað úr 9 limum niður í 5 limir og ásett verður meira greitt, hvørjar uppgávur og skyldur Sjúklingaráðið hevur)

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá…

Í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið, sum broytt við løgtingslóg nr. 141 frá 11. oktober 2011, løgtingslóg nr. 54 frá 14. mai 2013, løgtingslóg nr. 68 frá 22. mai 2015, løgtingslóg nr. 46 frá 6. mai 2016 og § 23 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, verður § 3, stk. 1 orðað soleiðis: “Landsstýrismaðurin velur eitt sjúklingaráð við fimm limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at ráðgeva landsstýrismanninum í sambandi við uppskot til løgtingslógir og kunngerðir, um uppskotini hava týdning fyri veitingar til sjúklingar, og viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.”

§ 2 Løgtingslógin kemur í gildi 1. mai 2022

Løgtingslógin kemur í gildi 1. mai 2022. Í Tinganesi, 29. apríl 2022 Bárður á Steig Nielsen (sign.) løgmaður Lm. nr. 91/2021

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙